Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Mannfjøldin, ið leygardagin var savnað saman á Vaglinum í Havn, boðaði frá stóru mótstøðuni til uppskotið at broyta hjúnabandslógina. Henda mannfjøld, ið var komin saman at vísa sín ónøgd og at heita á løgtingið um ikki at fremja ætlaðu broytingina í hjúnalagslógini.

Áheitanin og mótstøðan skal skiljast út frá tí veruleika, sum er hendur í grannalondum okkara, at ein slík broyting hevur ført við sær aðrar vanlukkuligar broytingar.

Veruleikin, at bæði biskupur, prestar, hundraðtals kirkjuráðslimir og samkomufólk, staðiliga mæla frá at samtykkja hetta uppskotið, eigur at fáa løgtingslimir at hugsa seg um einaferð enn.

Sagt varð í fyrstani, at hetta var eitt mál, har tað stóð hvørjum løgtingslimi frítt at atkvøða, men tykist nú gjørt til eitt samgongumál, har eingin samgongulimur torir at atkvøða ímóti.

Eg havi ta vón, at samgongulimir, ið innast inni, hava aðra sannføring, hava mansmóti og dirvi at atkvøða ímóti broytingingi í hjúnabandslógini við 3. viðgerð.

Svenning av Lofti

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo