Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Lesarin skrivar

Landsfelag Pensjónista vil við hesum heita á politiska myndugleikan at kalla Løgtingið saman í summarfrítíðini til at avgreiða hetta týdningarmikla tingmál:

Løgtingsmál nr. 153/2018: Uppskot til løgtingslóg um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.

At banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum er viðkomandi fyri nógv fólk, m.a. pensjónistar og hastar tað tí at fáa hetta samtykt. Um bíðað verður eftir løgtings-valið síðst í august 2019, kann tað ganga lang tíð, áðrenn eitt tílíkt uppskot verður lagt fyri Løgtingið aftur.

v. Landsfelag Pensjónista
Beate L. Samuelsen, forkvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo