Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Erbylgjufelagið sendi út grein um kvinnu sum fekk rygg pínu, tá hon tendraði 5G á telefonini hjá sær, og tit løgdu ókritiskt hesa grein út á vp.fo.

Hetta er ikki gott fyri trúðvirði hjá erbylgjufelagnum, og heldur ikki gott journalistiskt handverk av VP.fo.

Í dag, 13. mars 2019 er enn eingin telefon útgivin sum hevur 5G farnet. Øll søgan er humbuk.

Í samskifti á FB, sær tað út til at hendan dulnevnda kvinnan hevur eina Huawei Mate 10 Pro. Hendan telefon hevur gott nokk 5Ghz Wifi, sum onkuntíð er stytt ‘5G’. Tá vit tosa um 5G wifi, so tosa vit um tøkni sum hevur veri tøk í áravís. Teldir, sjónvørp, telefonir, ipaddar..

Her er talan um WiFi sum koyrir á 2.4Ghz bandinum og á 5Ghz bandinum.

5G netið sum Hey tendraði hevur einki við 5Ghz at gera. Tá vit tosa um 5G farnet, tosa vit um ‘5th generation cellular’, ella 5. útgáva av farneti. Hetta er bara ein standardur fyri hvussu eitt farnet skal uppføra seg.

Fyrstu eindirnar sum hava 5G koma út í ár og í næsta ár.

Mær vitandi kann mann ikki fáa ilt í ryggin av at taka feil av eini stytting. Handan konan burdi fari til læknan, og tit burdu víst betri journalistiskt hanverk.

VP.fo lesari (sum lesur VP.fo áðrenn hinar miðlarnar)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo