Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Vágatíðindi

Áhugaverd bókarframløga verður á Krígssavninum í kvøld kl. 19.00.

Tað er bretin Tony Barnes, sum leggur fram aðru bókina í røðini um bretsku hersetingina í Føroyum.

Fyrsta bókin, The Faroe Islands Force 1940 - 1945, sum  kom í 2013, snyr seg um bretska herin, sum var her í Seinna heimsbardaga.

Seinna bókin, sum verður løgd fram í kvøld, snyr seg um The Royal Navy og The Royal Marines.

Seinasta bókin, sum væntandi verður liðug um stívliga eitt ár, snýr seg um The Royal Air Force, sum hevði stóran leiklut í Føroyum undir krígnum.

Tony er Barnes hevur arbeitt í bretsku fregnartænastuni og er serfrøðingur í teimum evnum, sum hann skrivar um.

Hetta virðismikla arbeiði hevur alstóran týdning fyri Krígssavnið og fyri føroyska søgu sum heild.

Bøkurnar er ikki prentaðar, men kunnu fáast ókeypis, um tú hevur ein geyma við í kvøld.

Sjálvt Krígssavnið er flutt í S.O.R.- bygningin, men er ikki liðugt sett upp enn, og er sostatt ikki opið.

Vónandi verður latið upp seinni í heyst.

Øll eru vælkomin í S.O.R. í kvøld kl. 19.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo