Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Hósmorgunin 23. august kom franska havrannsóknarskipið Beautemps-Beaupré á Havnina. Hetta er aðru ferð skipið kemur til Føroya í sambandi við sínar rannsóknarferðir.

Beautemps-Beaupré ger serliga kanningar av alisfrøðiligu og evnafrøðiligu viðurskiftunum í havinum, so sum saltinnihaldi, hitastigum og útskifting, umframt kanningar av havjarðfrøðiligum slagi. Høvuðsendamálið er kortlegging og dagføring av sjókortum – til almenna nýtslu til sigling sum heild.

Skipið hevur heimstað í Brest. Skipið hoyrir til franska herflotan, eins og manningin, sum telur umleið 30 fólk. Men granskaraliðið, sum telur eini 20 fólk, er knýtt at hydrografiska stovninum SHOM (Service hydrographique et océanographique de la Marine).

Kapteynur er 42 ára gamli kommandanturin, François Lagrange, frá Brest, útbúgvin á flotayvirmannaskúla í Brest, l’Ecole Navale, og við sergrein í kanónum og skotvápnum. Hann hevur fyrr tænt m.a. umborð á fregattini Dupleix og umborð á Capricorne.

Í sambandi við at Beautemps-Beaupré vitjar í Føroyum, kom verjufulltrúi Fraklands fyri Danmark og ísland, Patrick Ratier, kommandørur á verjudeildini við fronsku sendistovuna í Keypmannahavn, eisini á vitjan. Eisini hann hevur tikið útbúgving á l’École Navale í Brest, men eisini á École Militiare í París. Hann hevur fyrr tænt í m.a. París og í Virginia.

Meðan skipið liggur í Føroyum, verða nakrar kurteisivitjanir í landi eins og umboð fyri myndugleikar í Føroyum eisini vitja umborð. Í dag vitjaðu teir báðir á Ráðhúsinum, har Annika Olsen, borgarstjóri, tók ímóti. Til steðar var eisini franski konsulin, Hanna Jensen. Tey fingu umframt mangt annað eitt gott prát um framtíðar møguleikar á maritima økinum.

Beatemps- Beaupré fer avstað aftur nú mánamorgunin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo