Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Las stutt síðan í Politiken eina grein um fólk á kontanthjálp yvirhøvur skuldu fingið børn. Ein blaðkvinna hevði interviewa og veri heima hjá nøkrum familjun á kontanthjálp og var komin til hesa niðurstøðu.

Hevði enntá gjørt eina avstemning um rættin, har líka nógv vóru einig sum óeinig. Hetta fekk meg at hugsa um referansir til eina óhugnaliga tíð.

Eg haldi slett ikki tey hava sað afturum problemi. Tað undirliggjandi.

Eg trúgvi ikkt nakar av hesum fólkum hevur hugsað: Tað er so deiligt at vera aleina við tveimum børnum, at nú fái eg mær maka nr tey og eitt barn afturat ella trý og so fýra børn við tveimum ella trimum ymiskum..

Nei, man ikki tey vóna og trúgva hvørja ferð at nú ferð at eydnast.

Og so sita tey í saksinum. Konstantur pengamangul og tað ið fylgir við og so endurtekur søgan seg.

Ikki tí tað eru aðrar grundir til at fólk halda eitt barn loysur trupulleikan. Havi hoyrt fólk siga, tey fingu sær eitt barn afturat fyri at redda hjúnarbandið??

Tað er ein alt ov stór uppgáva at leggja á eitt barn. Nú vera trý fólk ólukkulig ístaðin fyri tvey.

Í báðum førum dømt til at miseydnast.

Eg skilji so hvørga grundina men vit eru so ymisk. Tað eru líka nógvar meiningar sum tað eru fólk og ongin hevur patent uppá sannleikan.

Í einari perkektari verð hevði man fingið børn tá ið umstøðir eru til tað men verðin er ikki perfekt.

Anna Elisabeth Hansdóttir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo