Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Tekstlýsingar

P/F Fiskaaling søkir eftir akademikara – møguliga fleiri – við áræði og visiónum at menna vitan til varandi aling í Føroyum.

Starvið
Fiskaaling verður tú partur av einum tvørfakligum granskingartoymi, ið mennir granskingarverkætlanir og tænastur. Granskingarmálini hjá Fiskaaling fevna um:

  • Betri gagnnýtslu av alifirðum
  • Aling á landi
  • Fiskavælferð
  • Lús og smittuspjaðing
  • Nýggjar framleiðslumøguleikar

Heimsmálini hjá ST eru eisini við til at mynda arbeiðslagið á Fiskaaling, við ábyrgd fyri føroyska vinnu og samfelag, umframt fyri heimssamfelagnum sum heild.

Í starvinum kemur tú bæði at luttaka í vísindaligum verkætlanum, og at hava ábyrgd fyri at menna og leiða vísindaligar verkætlanir. Hetta umfatar eisini at seta slíkar í verk, skriva umsóknir og at luttaka í altjóða granskingarsamstarvi. Vit gera í hesum sambandi kanningar, skriva vísindaligar greinar, frágreiðingar og tilmæli, eins og vit kunna og undirvísa í viðurskiftum, har Fiskaaling hevur vitan og royndir.

Førleikar
Umsøkjarar skulu hava akademiskt prógv í havfrøði, lívfrøði, verkfrøði ella líknandi. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur PhD útbúgving og royndir at arbeiða við granskingarverkætlanum, bæði sjálvstøðugt og sum partur av einum toymi.

Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta á høgum, fakligum støði, eins og tú dugir at miðla vitanina út á ein einfaldan og nýtiligan hátt. Millum persónligu eginleikar tínar er ágrýtni, hjálpsemi og miðvíst arbeiðslag, eins og tú ert eitt gott íkast til trivnaðin millum starvsfelagarnar á Fiskaaling.

Staðseting
Starvið, ella størvini, verða sett á deildunum fyri ávikavist “Tøkni og Umhvørvi” og “Biotøkni”.

Deildin “Tøkni og Umhvørvi” leggur dent á at granska og menna vitan um náttúrugivnu umstøðurnar á føroysku firðunum fyri at stuðla upp undir burðardyggari aling. Granskað verður millum annað í aldu- og streymviðurskiftum, vistskipanum á firðunum, árin av lívrunnum tilfari, spjaðing av lús og trivnaði hjá alifiski á harðbalnum økjum.

Deildin “Biotøkni” arbeiðir serliga við ílegutøkni, biomarkørum og umiskum umhvørvisparametrum. Biotøknideildin heldur til á granskingarsetrinum iNOVA, har sera góðir starvsstovuhentleikar eru.

Umsókn
Talgilt umsókn skal sendast til fiskaaling(at)fiskaaling.fo. Freistin at søkja er 21. august 2019. Við umsóknini skulu viðfestast avrit av prógvum, lívsrensli (cv), umframt møgulig viðmæli og vísindalig avrik.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jóhannu Lava Køtlum, stjóra, á tel. 774 747 ella johanna(at)fiskaaling.fo.

Løn og setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja skjótast til ber, men vit hava eisini møguleika at bíða eftir rætta persóninum. Roknast skal við bæði sjálvstøðugum arbeiði og í toymum á skrivstovu og feltarbeiði umframt altjóða ferðing. Lønin verður sett sambært avtalu.

Um Fiskaaling
P/F Fiskaaling er skipað sum partafelag, sum Føroya landsstýri eigur. Endamál felagsins er, smb. løgtingslóg: “at granska, menna og ráðgeva innan aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni; at reka vinnuligt virksemi innan hetta virkisemisøki; og annað starv í hesum sambandi.”

Les meira á www.fiskaaling.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo