Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Talið á revsimálum sum eru yvir 180 dagar, er meira enn ferdaldað seinastu trý árini.

Tað vísir innlit, sum Berlingske hevur fingið.

Ákærumyndugleikin hevur yvir 47.000 mál liggjandi, sum eru yvir 180 dagar gomul, og har støða framvegis ikki er tikin til, um ákæra skal reisast. Í 2016 var sama talið gott og væl 11.000 mál.

Og tað kann fáa avleiðingar fyri málini, um tey koma fyri rættin, tí tað er verri at skaffa prógv í gomlum málum eins og vitni hava verri við at minnast, sigur ein ákæri, sum ikki vil standa fram við navni, við miðilin, sum hevur tosað við fleiri ákærar sum siga, at júst langa bíðitíðin ofta hevur gjørt at fólk, sum áttu at verið dømd, eru sloppin uttan revsing.

Tað er tó ymiskt hvussu er við málsviðgerðartíðini, tí mál um økonomiskan kriminalitet koma skjótari fyri rættin í dag enn fyrr. Mál um stuldur, rúsevni, ferðslu og siðamisbrot bíða longri.

Nevnt verður, slíkt sum fólkatingsvalið í ár og HM í íshockey í fjør fara við nógvari orku hjá politinum, og tað seinkar so øllum øðrum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo