Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Krutl

Huglagið var eitrandi á arbeiðsplássinum tá upptøkurnar til House of Cards fóru fram, tí høvuðsleikarin hevði so ljótan atburð. Tað siga 8 dulnevnd fólk, sum vóru við til at gera upptøkurnar til vælumtóktu Netflix sendirøðina.

- Hann kom við ónæriligum viðmerkingum, nálgaðist uppi á okkum og í einum føri var talan um beinleiðis valdsgerð, siga tey 8 fólkini. Valdsgerðin fór fram ímóti einum hjálparfólki, tá tey gjørdu ein av fyrstu pørtunum til House of Cards.

- Eg var ímillum tey minst týdningarmiklu í hópinum ímeðan hann var tann allar mest týðandi, so er kendi meg hjálparleysan, sigur viðkomandi.

Kevin Spacey er í trongum skóm í hesum døgum, tí ákærurnar hópa seg upp. Netflix hevur gjørt av, at fleiri partar av House of Cards verða ikki gjørdir av somu orsøk, og ein ætlað Emmy virðisløn, sum hann skuldi fáa, verður kortini ikki av nøkrum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo