Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

“KS er besta sjúkrahús í landinum”. Soleiðis ljóðaðu útvarpstíðindini í gjár.

Tíðindini vóru endurgivin  eftir 'Norðlýsinum'.

Ein var sjálvandi spentur uppá at hoyra hvussu tað bar til, at KS var útnevnt til at vera besta sjúkrahúsið í Føroyum.

Men tað vísti seg, at tað var ikki tað, sum var hent, men at sjúkrahúsið var akkrediterað.

Tað Norðlýsið skrivar er at:

“Klaksvíkar sjúkrahús er akkrediterað, sum merkir at sjúkrahúsið hevur fingið góðkenning uttan viðmerkingar. Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús hava fingið góðkenning við viðmerkingum - eina sonevnda fyribils akkreditering.” (Norðlýsið).

Hini bæði sjúkrahúsini skulu sostatt fáa ófullfíggjaðu viðurskiftini í rættlag, áðrenn tey kunnu verða endaliga akkrediterað.

Akkreditering av sjúkrahúsum sigur minni enn einki um hvussu “gott” eitt sjúkrahús er, ella hvørjar fakligar dygdir tað lýkur.

Vóru tað fakligu dygdirnar, ið skuldu metast, er meira hugsandi, at tað hevði verið benchmarking-kanning, ið varð gjørd.

Slík kanning er ongantíð gjørd av føroyska sjúkrahúsverkinum, og tað fer neyvan at henda, tí fyritreytn fyri at gera slíka kanning er, at sjúkrahúsini hava somu viðgerartilboð, og at viðgerðirnar eru samanberandi. 

Tað er sera ørkymlandi at KVF ikki ger sær tann ómak at endurgeva tað, Norðlýsið skrivar, og at tíðindafólki ikki setur seg inn í, hvat akkreditering snýr seg um.

Akkrediteringarnar av sjúkrahúsunum í Danmark og í Føroyum verða gjørdar av ´Institut for Kvalitet og Akkreditering i Sundhedsvæsenet´ (IKAS).

Í samsvari við fakta hevur Norðlýsið eina  greining av, hvat akkreditering snýr seg um:

“Akkreditering snýr seg um trygd og dygd. Hon hevur til endamáls at menna heilsuverkið og tryggja, at dygdin er á nóg høgum stigi. Talan um eina tilgongd, har stovnarnir arbeiða við at liva upp til nøkur dygdarkrøv og verða við jøvnum millumbilum mett av einum óheftum fakligum toymi. Verður til dømis eitt sjúkrahús mett at liva upp til dygdarkrøvini, verður sjúkrahúsið góðkent og mett sum "akkrediterað".”

Tað er eingin ivi um, at Klaksvíkar sjúkrahús hevur gjørt eitt frálíkt fyrireikingararbeiði undan akkredi-teringini, og hevur allan heiður uppiborið fyri tað, og eg ynski KS hjartaliga til lukku við akkrediterin-garúrslitinum.

Men uppgávan hjá IKAS er ikki at meta um fakligar førleikar ella um hvussu “gott” eitt sjúkrahús er.

Tað IKAS ger, er at kannað um fyristingarligur politikkur, leiðbeiningar og starvsreglur (instruksir) eru lagaðar eftir teimum leistum (standardum), ´Den Danske Kvalitetsmodel´ (DDKM) hevur ásett.

Akkrediteringin verður gjørd av fakfólkum, ið hava útbúgving í “eksternari auditering”. Í roynd og veru er uppgávan hjá auditørunum at staðfesta um sjúkrahúsini hava tær kravdu leiðbeiningarnar og um starvsfólki dugur at leita sær leiðbeiningarnar fram, um tey kunnu gera greitt, hvat ið stendur í skrivligu leiðbeiningunum og starvsreglunum.

Í summum førum krevja auditørararnir, at starvsfólk sína, at tey duga at fylgja leiðbeiningum og starvsreglum.

Eru leiðbeiningar og starvsreglur ikki nágreiniliga grundaðar á DDKM- standardarnar, ella duga starvsfólk ikki at finna leiðreglur, tey verða biðin um at finna, ella duga tey ikki at gera greitt, hvat leiðreglan sigur, verður sjúkrahúsið ikki akkrediterað.

Eru smávegis lýti, verður sjúkrahúsið akkrediterað kortini, men fær boð um at fáa hetta í rættlag.

Einki av sjúkrahúsunum í Føroyum kunnu lúka øll krøvini í øllum teimum standardum, DDKM hevur ásett, og tí verða summir standardar bert fylgdir lutvís. 

'Den Danske Kvalitetsmodel' er tillagað eftir ymiskum umstøðum hjá tí einstaka sjúkrahúsinum í Føroyum.

Seinastu árini hava krøvini DDKM hevur sett, verið fyri harðari mótstøðu í danska heilsuverkinum.

Tað verður funnist at, at standardarnir leggja alt ov stóran dent á skjalfestingar og kontrol og minni á kliniskar førleikar. 

William Smith, smittuverjufrøðingur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo