Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Lesarin skrivar

Í gjár upplivdu vit so tað heilt óvanliga, at sjálvur løgmaður legði seg uppí eina skipasølu.

Løgmaður sigur seg vita betri enn reiðarin, hví hann selur sítt skip.

Løgmaður vil vera við, at fiskivinnunýskipanin onga sum helst ávirkan hevur á flotan í Barentshavinum. Har er “business as usual”, sigur løgmaður.

Ein annar javnaðarmaður sigur, at talan er um ein vanligan part “av spælinum”.

Fiskiráðharrin royndi eisini í gjár at koma framat, nú løgmaður tykist at hava yvirtikið hansara málsøki: 

“Fiskivinnunýskipanin hevur onki samband við hesa sølu”, sigur fiskiráðharrin.

Nú skilja vit onki av tí heila. 

Var tað nú soleiðis, at fiskivinnunýskipanin onga ávirkan skuldi hava?

Sjálvandi er útsøgnin hjá løgmanni ein roynd at káva burtur tær sera álvarsomu avleðingar, sum nýggja fiskivinnunýskipanin hevur og fer at hava á fiskivinnuna. 

Løgið við hesum útsøgnum. Nakað herfyri proklameraði annars okkara fyrrverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard, fyri opnari mikrofon, at tað besta við nýskipanini var at hon hevur “tikið burtur privata ognarrættin í fiskivinnuni”.

Hvat vendur nú upp og hvat vendur niður?

Nýskipanin hevur við sær, at reiðarar í Barentshavinum missa 15% av teirra umsetningi. Afturat hesum kunna teir missa uppaftur meira, útvið 10% til menningarkvotur (les: til politiska útlutan)

Reiðarar kunna møguliga keypa 15% aftur á uppboðssølu, men keypspeningurin fyri hesar kvotur kostar næstan líka nógv sum vinningurin. Landskassin fer avstað við øllum vinninginum.

Fiskivinnan er nú einaferð soleiðis innrættað, at íløgur verða gjørdar uppá “forventet fangst”. Reiðarar síggja fyri sær ein øktan fiskiskap, og tað er hetta sum er drívmegin aftanfyri fiskivinnuna.

Eisini hetta er burtur við nýggju skipanini. Ein og hvør øking av fiskiskapinum skal koma landskassanum tilgóðar. Reiðarar fáa einki av hesum uttan at teir forlods – áðrenn fiskurin er veiddur – skula rinda næstan 100% av inntøkuni fyri henda óveidda fisk til landskassan.

Hertil kemur, at tað liggur eitt uppskot í tinginum um “tilfeingisrentu”, sum – verður uppskotið samtykt – verður endaligi seymurin í líkkistuna hjá føroysku fiskivinnuni. Tað sigst, at samgongan saman við Magna Laksáfoss ætlar at avgreiða brandskattingina av fiskivinnuni, áðrenn løgtingsval møguliga verður útskrivað í heyst.

Gamla skipanin við, at veiðuloyvi hoyra til skipið er eisini tikin burtur. Bara við einum endamáli, nevniliga, at kroysta “nýggjar aktørar” framat fatinum. Úrslitið av hesum verður, at ongin – heldur ikki ein nýggjur aktørur – kann fáa nakra fígging.

Avleiðingina av hesum kenna vit uppá forhond: tað verða bara verandi aktørar ella strámenn sum kunna luttaka í framtíðar fiskivinnu.

Aksel Johannesen tosar móti betri vitan.

Sjálvandi veit løgmaður, at tað hevur stóra ávirkan á virksemi hjá fiskivinnuni, tá fíggjarligu fortreytirnar fyri fiskivinnu verða so grundleggjandi broyttar, sum nýggja fiskivinnunýskipanin er atvoldin til. 

Alt kroyst út yvir vinnuna uttan nakað sakligt tilmæli yvirhøvur.

Øll sum høvdu viðmerkingar, reiðarafeløg, fakfeløg, peningastovnar og ráðgevandi bólkurin hjá fiskiráðharranum mæltu staðiliga frá at seta í verk eina uppboðssøluskipan. Løgmaður bleiv ávaraður, men lurtaði ikki eftir. 

Nú roynur løgmaður í staðin at káva út yvir avleðingarnar av fiskivinnunýskipanini. Trupulleikin er, at tað vit higartil hava sæð bara er byrjanin til ovurhonds stórar trupulleikar, sum við tíðini fara at vísa seg í føroysku fiskvinnuni orsakað av eini lóggávu har hvørki høvd ella hali er á.

Nú rekur á kíkin. Fyrr í vikuni vóru Jóanes Nielsen og Carli frammi við sínum skaldargávum og góvu reiðaraum turt uppá. Teimum á baki koma so politikari og stórkapitalistur, sum gongur inn fyri øllum planbúskapi, bara hetta ikki rakar hansara egna imperium. 

Løgmaður er sum Bambi á ísi, tá fólk við innliti í fiskivinnu kjakast við hann um hesa skipasølu.

Uppilagstur kokkur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo