Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Hann eitur Ayman al-Zawahri og stovnaði í 1998 yvirgangsfelagsskapin Al-Qaeda saman við Osama bin Laden. Honum gjørdu amerikanarar enda á, og í dag stendur Ayman al-Zawahri einsamallur á odda fyri All-Qaeda, sum 11. september 2001 framdi fleiri yvirgangsálop í USA.

Á 18 ára ársdegnum í gjár heitti hann á allar muslimar um at fara út og leypa á mál hjá USA, Europa, Ísrael og Russlandi.

- Um tit vilja, at málini skulu vera hernaðarlig, so er USA til staðar um allan heim, frá eystur til vestur, segði hann millum annað í taluni sum liggur á netinum.

Hann heitti eisini á palestinar um at gerast pínslaváttar og leypa á ísrealsk mál í sjálvmorðsvestum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo