Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Merkisdagar

Hegnisliga og stillisliga hevur Alexandur Kristiansen laðað ein vakran varða.

Hann hevur flutt bitar av øllum teimum viðgitnastu yrkingum í evropiskum og amerikanskum bókmentum inn í føroyskt. Frá Homer til okkara dagar. Hann hevur sáldað tað besta úr tí besta. Vit kunnu nú lesa allar hesar perlur á okkara egna máli. Tað, hann hevur gjørt, er einki minni enn eitt bragd.

Føðingardagurin verður hátíðarhildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði týsdagin 23. apríl kl. 20.

Fuglafjarðar kommuna skipar fyri hugnakvøldi við tónleiki, røðum og onkrum góðum til góma og háls.

Sprotin leggur fram stórt og vakurt savn við týðingunum.

Verkið er 600 síður, innbundið. Tað verður selt fyri serprís føðingardagin, og høvi verður at fáa týðaran at skriva í.

Alexandur hevur á síni drúgvu yrkisleið sum orðasmiður fingið bæði Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs - enntá tvær ferðir-, men tann 23. apríl verður hann, sum sagt, fagnaður eina ferð enn.

Øll eru hjartaliga vælkomin, og vit vóna, at fólk møta fjølment og gera løtuna minniliga.

Skráin er henda:

Sjúrður Ravnsfjall frá Sprotanum bjóðar vælkomin
Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum, hugleiðir um verkið
Oddfríður Rasmussen tosar um týðingarnar
Jógvan á Lakjuni hugleiðir um tekst og lag.
Fuglafjarðar sangkór undir leiðslu av Heðini Kambsdal syngur og
Bárður á Lakjuni fer at framføra tvey løg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo