Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Mynd av sukurtara innan og 24 tímar eftir at hava fingið hydrogenperoxid í somu styrki sum alilaksur

Tá granskarar á Havforskningsinstitutet í Noreg gjørdu royndir at kanna taravøkstur ut fyri Bergen, og høvdu hongt sukurtara út fleiri støð fyri at kanna gróðurin, komu teir meira og minni av tilvild eftir, at á einum stað var tarin følnaður, og uttan at nøkur frágreiðing kundi gevast til orsøkina.

Tá spurgt varð hjá nærmasta granna, ið er eitt alilaksbrúk, varð sagt, at teir stutt innan høvdu lúsaviðgjørt við Hydrogenperoxid.Skjótt varð at kanningar við Barbro Taraldset Haugland, Phd-lesandi, á odda vóru gjørdar við sukurtara í ymiskum styrkum av hydrogenperoxid. Ikki er lætt at síggja nær tari er følnaður ella ikki, men við mátingum av súrevnisframleiðsluni, kundi staðfestast at tarin varð deyður.Kanningar vóru gjørdar við óblandaðum hydrogenperoxid (uml. 35%) og við 1/10 part upptyntum løggi. Her vísti seg at sukurtarin doyði sjálvt við tynnsta løgginum, og at helvtin av taranum doyi við blanding á uml. 1/20 part av løgginum.

Í samrøðu við NRK greiðir Barbro frá, at sukurtarin hevur alstóran tídning í vistskipanini fram við strendurnar har vakstrarøki er fyri fisk og onnur djór, og ikki minni, at just sukurtarin hevur tídning í súrevnisframleiðslu. 

Hydrogenperoxid
Um evnið Hydrogenperoxid kann sigast, at talan er um etsandi løgg, ið kann tendra um hann kemur í samband við lívrunnið tilfar, og er eksplosivur um hann kemur í samband við kopar ella onnur rein metallir.

Evnið verður sterkt upptinnt nýtt sum bleikievni og reinsifektion, og sum sterkur løggur til lúsabasing, har tað antin verður pumpað beinleiðis út í ein aliring ella nýtt í brunnbáti, fyri síðan at verða dumpað út í firðirnar.

Sjálvt um evnið hevur verið mett sum tað mest umhvørvisvinarliga, sæst at neiligar avleiðingar á reku og krabbadjór, eisini plankton, ikki kunnu afturvísast. Hesum vegna hevur Havforsknings-instituttet boðað frá, at inntil vit hava meira nágreiniliga vitan um spjaðing og upptynning av Hydrogenperoxid í lúsaviðgerð, eigur fyrivarnisreglan móti dumping at verða sett í verk.

Í mars 2017 varð forboð sett at dumpa lúsabasingarevni nærhendis reku- og gýtingarøkum í Noreg, tí strendurnar í fleiri kilometra longd vóru fjaldar av deyðum rekum. Og fyri nøkrum mánaðum síðan segði norski fiskimálaráðharrin, Harald T. Nesvik, at vilja seta fullkomið bann móti dumping av lúsabasingarevnum nærhendis reku- og gýtingarøkum.

Sukurtari
Um sukurtara, ið her hjá okkum er at finna við kyrrupláss og niðan fyri hægstu fjørðu, kann sigast, at hann, saman við øðrum tarasløgum, er skógarvøksturin í sjónum og hevur alstóran tídning fyri aðrar algur, sandmakk og annan makk, krabbadjór, fisk, fugl og súðdjór.

Hvørvur sukurtarin, kann tað hava við sær álvarsligar avleiðingar fyri lívið í sjónum.

Ovurstór nýtsla av Hydrogenperoxid
Nýtslan av Hydrogenperoxid í Føroyum er fleirfalt størri enn nýtslan í Noreg.

Í 2012 brúkti føroysk alivinna 43 kilo Hydrogenperoxid pr. tons av alilaksi, meðan norsk alivinna brúkti 2,4 kilo pr. tons. Altso 20 falt so stór nýtsla í føroysku alivinnuni.

Í 2016 var nýtslan í Føroyum so at siga tann sama pr. tons av alilaksi, meðan norska nýtslan 10 faldaðist til uml.22 kilo – og føroyska nýtslan tó tvær ferðir tað.

Varskó...sjálvt um tøknin er tøk....
Norskir granskarar rópa varskó, og sjálvt politkarnir eru við at fáa kaldasveittan fram eftir enn eina skelkandi avdúking um skaðaárin á lívfrøðina í sjónum. Her í landinum er deyðatøgn, víðkað verður um smoltstøðir og framleiðslu og enn størri framleiðslu á sjónum í opnum aliringum.

Uttanumtosið hjá stjóranum á Bakkafrost, Regin Jacobsen, at aling í lokaðum skipanum ikki letur seg gera, sleppur at standa ósvarað fra politiska myndugleikanum – sjálvt um norsk alifyritøka í fleiri ár hevur alt á sjónum og í lokaðari skipan – uttan lakslús, uttan lúsabasingarevni, uttan skran- og fóðurleivdir út í firðir og sund, og við einari vøru, sum verður tann, ið keyparin kemur at biða um – tí hon lúkur umhvørviskrøvini.

Umhvørvisstovan gevur aliloyvir, og hevur sum standard orðing, at best tøka tøkni skal nýtast – um hon er tøk. Og sjálvt um slík er tøk, so letur Umhvørvisstovan og harvvið landsstýrið – alt um seg ganga og bara standa til.

Grov umhvørvisdálking, heiluvágsviðgjørdur alilaksur sleppur leysur og áir og vøtn fyllast við sjúkufongdum og hálvdeyðum alilaksi, og villi laksurin er fyri hóttan at verða avoydddur.

Burðardygg vinna er so ikki talan um á nakran hátt, men heldur øvugt eina umhvørvisoyðandi vinnu, ið vit og tey, ið skulu koma eftir okkum, nokk vildu verið fyriuttan.

Kári Thomsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo