Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Meðan fyrrverandi samgonga sat við róðrið, hoyrdu vit ferð eftir ferð táverandi andstøðulimir krevja landsstýrisfólk frá vegna vánaliga umsiting og fyri at svansa við loyvum, lúgva fyri tinginum og hvat veit eg.

Vandi var allatíðina fyri, at álitið á skipanina kundi fara fyri bakka.

Eg kann svara fyri meg, og eg veit, at eg eri ikki einsamallur um ta áskoðanina: álitið er rokið fyri langari tíð síðan.

Tað snýr seg alt um at tvíhalda um valdið, maktina.

Kom táverandi andstøða framat valdinum aftaná valið, skuldi annað skil koma á.

Roknaði faktiskt við, at tey ætlaðu at endurskapa álit á skipanina.

Og – jú jú, men nú er ein hin fremsti reinleikans predikantur sjálvur fangaður í díkinum.

Tað er sjálvandi óluksáligt.

Gjørd gerð fær onga vend.

Tað ger sjálvandi heldur onki, so leingi onki verður uppdagað.

Men tað varð uppdagað!

Kiksarar, teldubrøv og slendrian kemur alt fram í ljósið vegna hetta forb...... almenna innlitið.

Skal líka viðmerkja her, at almenna pressan hevur verið óvanliga mjúk, samanborið við aðrar fyrrverandi “gølur”.

Kanning skal gerast. Og er gjørd. Hvør gjørdi kanning? Jú rætt er gitt: tey seku gjørdu kanning av sær sjálvum.

Nú er vent í holuni. Hetta kann ikki samanberast við tær hendingar, har fyrrverandi andstøða kravdi táverandi landsstýrisfólk (og løgmann) frá.

Eg havi onkuntíð áður nevnt, at eg havi trupult við at síggja flísir í annaramanna eygum, vegna alskyns timburverk í egnum eygum.

Men her síggi eg bara ein mun, nemliga mun á nøvnum.

Sum eina parantes kann eg nevna, at eg haldi tað vera í finasta lagi, at Høgni Hoydal brúkar tíð og orku uppá vitjanina av umboðnum fyri russiska landbúnaðarmálaráðið (um eg havi lisið rætt).

Kann sum eina aðra parantes nevna, at tað eisini hevði verið uppá sítt pláss, um Høgni bað sama umboð – tá hann nú er her – heilsa rætta viðkomandi yviri í Russlandi og biðið tey um at gera lívið lættari fyri føroyskar fiskimenn í russiska partinum av Barentshavinum.

Her hugsi eg um hesi idiotisku dagalongu siglingarnar, sum føroysk skip mugu gera frá “checkpoint” til “checkpoint”.

Og ikki minst: teir kundu eisini grivið niður aftur ta stalinistisku definitiónina uppá, hvat Barentshavið er.

Tann definitiónin bleiv nemliga uppafturgrivin, eftir at føroysk rækjuskip høvdu funnið nýggj og sera góð rækjumið norðanfyri markið, sum var sett av Stalin í 1952 (um eg ikki fari heilt skeivur) og sum annars slett ikki hevur verið brúkt í nýggjari tíð.

Síðan hava føroysku rækjuskipini (bert eitt eftir?) ikki havt loyvi at fiska har.

Parantesir slutt.

Høgni! Practice as you preach.

Um onnur hava svansað í tínari umsiting, so er tað kanska teirra skyld.

Ábyrgdin er tín.

Hoyvík, 20/6 2017
Jan Bendtsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo