Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Lesarin skrivar

Mynd send við greinini

Saknur hevur verið í avdúkingum um dálkandi alivinnuna, ið KVF kom rættuliga væl frá í sendingini ”Undir laksin”.

Men tað gjørdu alarnir ikki, tvørturímóti høvdu teir einki forsvar, bara undanførðslur omaná vánaligar royndir at virka "proaktivir", sum stjórin á Bakkafrost m.a. tók til.

Og í rúgvuvís av tilfari er at fara eftir, ið alt avdúkar hvussu vandamikil alivinnan er fyri føroyskt sjóumhvørvið og ikki minni hvussu heilsuvandamikil sjálv vøran er.

Bert nøkur fá dømi:

Hvussu ber tað til at Bakkafrost - sum einasta alifyritøka - marknaðarførir seg sum NON-GMO framleiðari, tá tað er staðfest at teir brúka GMO-soya?

Hví tosa alarnir bert um so framúr góðan fóðurfaktor á 1,2 tá tað skulu 6 til 8 kilo av rávøru til at framleiða 1,2 kilo av fóðuri, ið verður til 1 kilo av alilaksi? Er her ikki talan um at 5 døgverðar verða til bert ein? Og hvussu nógvar milliónir fólk verða tá uttan mat?

Hvussu nógv mikrogram av tí av ES forbodna evninum Etoxyquin er í alilaksinum, og hvørjir eru heilsuvandarnir við hesum evninum?

Lúsabasingarevnið Diflubenzuron metaboliserar til m.a. Pentachloranilin (PCA), ið er staðfest krabbaelvandi. Hvussu stórur partur av evninum situr eftir í alilaksinum, ið fólk eta?

Litevnið Astaxanthin verður mett skaðiligt fyri eygu og sjón, og hvørjar kanningar eru tøkar hesum viðvíkjandi?

Er alivinnan burðardygg tá hvørki social ella umhvørvislig atlit eru gingin á møti?

Eitt eru trælir í Brasil, ið illa eitraðir frá pesticidum fáa GMO soya til vega, næst niðurhøgging av frumskógi til júst soya-framleiðsluna til m.a. føroyska alivinnu.

Kann politiski myndugleikin standa inni fyri, at trælahald og niðurhøgging av frumskógi í Amazonas er í lagi? 

Hvussu við GMO rapsolju úr Kina, ella sterkt eitrað konventionelt hveiti?

Er pelagiskur fiskur sum ansjós og sardin ikki betur farin sum kostnaðarfrí føði hjá milliónum av fólkum - heldur enn at verða stolin frá lokalsamfeløgum við West Sahara og fram við vesturstrond Suðurameriku - og brúkt til alilaksafóður?

- Afturat tí góða svartkjaftinum, sild og tobis, ið norðurlendsk alifeløg brúka so nógv av sum til ber.

Varð hesin heilsugóði fiskur ikki betur farin beinleiðis til mannaføði (5 døgverðar av góðum vistfrøðiligum fiski til at framleiða 1 døgverða av tí mest heilsuskaðiliga "fiski")?

Hvussu við sosialu viðurskiftunum har hvørt mansbarn er frátikið møguleikan at gagnnýta føroysku firðirnar til frítíð og trivnað?

Seiðurin er ikki etandi meira - og sum besti fiskurin við hægsta D-vitamin innihaldinum, kann missurin sigast als ikki at standa mát við minsta krav til burðardygd.

Afturat ovurstóru dálkingini við álvarsamari eitran á alla lívfrøðini á firðunum, og har møguleikin hjá einstaka borgaranum at kunna fara á fjørðin og trygt fáa sær eitt kók, ikki er til meira, kann spyrjast um samfelagið framyvir kann byggjast á burðardyggum støði - tá alt livandi er horvið og deytt? 

Landbúnaður - á landi - kann fyriskipast skilagott og har tamarhald er á øllum lutum, um slíkt er eitt ynski.

Spyrjast kann á sama hátt um havbúnaður kann skipast trygt og har tamarhald støðugt er á viðurskiftunum undir vatnskorpuni og í opnari nót?

Svarið gevur seg sjálvt, og loysnin er ikki, og skal ikki verða, at alivinnan skal sleppa út á opið hav við framhaldandi grovari dálking og eitran av havinum - ið er tað sum føroyingar hava livað av í meira enn 1000 ár. 

Kári Thomsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo