Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Lesarin skrivar

Havbúnaðarfelagið (alivinnan) vil vera við, at Kringvarpið skal hava sent faktuellar skeivleikar í sendingini “Undir laksin”, sum var send hósdagin í síðstu viku. Tað er gleðiligt, at alivinnan gevur sendingini ans.

Ynskiligt hevði tó verið, um alivinnan fyrihelt seg til innihaldið í sendingini, fyrihelt seg til vitanina hjá granskarum og royndirnar hjá teimum, sum luttaka í sendingini, heldur enn at flyta fokus á tað, sum ikki er við í sendingini og fokus á boðberan - Kringvarpið.

Tí hesu orð um tey val og frával, sum eru gjørd í sendingini og sum eiga at verða gjørd í øllum journalistiskum arbeiði.

Konservativ meting 
Havbúnaðarfelagið heldur, at sendingin ger ov nógv av, tá ið nøgdirnar av lívrunnum tilfarið vórðu lagdar fram í sendingini. At ein aliringur framleiðir líka nógv lívrunnið tilfar sum 5000 fólk, at ein alieind við tíggju ringum sostatt hevur líka nógv lívrunnið útlát sum allir íbúgvar í Føroyum og at øll framleiðslan svarar til alt Keypmannahavn, byggir á eina varisliga útrokning hjá Umhvørvisstovuni.

Metingin er so konservativ, at útlátið ofta er upp aftur størri enn sagt var í sendingini. Talan er í hesum dømum um samlað útlát í 18 mánaðar, sum er longdin á eini laksaútsetu.

Fyrsta tíðarskeiðið, tá ið laksurin og dálkingin er minni, er íroknað. Tí hevur KvF í hesum føri, um nakað, gjørt ov lítið av.

Havbúnaðarfelagið setur eisini spurnartekn við, at ein kanning, sum Fiskaaling gjørdi í 2006, ikki var tikin við í sendingina. Kanningin, sum sipað verður til, er 12 ára gomul, og varð gjørd á einum aliøki eitt ár, tá ið samlaði útflutningurin av laksi var ein 6. part av samlaða útflutninginum av laksi í 2017.

Tí sigur kanningin millum lítið og einki um, hvørja ávirkan aling í dag hevur á ein fjørð.

Ósamanberiligar djóralívskanningar
Djóralívskanningarnar, sum Havbúnaðarfelagið vísir til sum nøktandi vitan um vistskipanirnar, eru fylgiskjøl til botnkanningar, sum hava verið gjørdar av og á, og sum ikki geva eina samanberiliga mynd av, hvørji árin, alivinnan hevur á vistskipanir á firðunum.

Hesar kanningar kunnu líka væl kallast royndir sum kanningar, og sambært Umhvørvisstovuni kunnu tær ikki brúkast at siga nakað um árin á vistskipanir. Um sjálvur umhvørvismyndugleikin ikki gevur kanningunum ans, er lítil orsøk at geva teimum pláss í sendingini.

Tí má henda atfinning frá Havbúnaðarfelagnum heldur sendast Umhvørvisstovuni enn Kringvarpinum.

Avlúsing og dálking uttanfyri aliøki
At alivinnan einki avlúsingarevni hevur brúkt í 2018 kunnu tey, sum vara av og hava áhuga fyri umhvørvinum ivaleyst fegnast um. Men tað skerst ikki burtur, at avlúsingarevni hava verið dúgliga nýtt í Føroyum í fleiri áratíggju.

Tangarnir í Runavík, sum sendingin vísti, eru sambært landsapotekaranum lagrið, sum Apoteksverkið hevur til alivinnuna. Hetta skal skiljast sum eitt tekn um, at vinnan hevur eitt framhaldandi ynski um at hava atgongd til hydrogen peroksid. Tí vóru tangarnir vístir í sendingini.

At dálkingin bara er undir ringunum og aliøkjunum, samsvarar ikki við tað, sum nýggjastu botnkanningarnar vísa.

Seinastu kanningarnar í Vestmanna og í Sundalagnum, har fýra aliøki eru, vísa eina ávirkan av alivinnu á øki uttanfyri sjálvt aliøki. Harafturat koma persónligu upplivingarnar hjá fólki á føroysku firðunum.

Kringvarp Føroya hevur skyldu til at upplýsa og at styrkja um almenna orðaskiftið, og hetta var endamálið við sendingini. Men almenna orðaskifti má snúgva seg um innihaldið – ikki um boðberan.

At tosa um Kringvarpið – heldur enn um innihaldið í sendingini – er bert at flyta fokus.

Heini Gaard, tíðindaleiðari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo