Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Hóast tað hevur gingið væl í alivinnuni síðstu árini, hevur sitandi samgonga ikki hevur givið henni nøktandi arbeiðsumstøður.

Hetta ljóðar sum andsøgn, men er tó veruleikin. Høvuðsorsøkin til, at alivinnan síðan 2016 hevur megnað at skapt góð úrslit, er at laksurin í Chile fekk lús, og tí exploderaði eftirspurningurin eftir laksi.

Her hevur føroyska alivinnan notið gott av uttanduraðari ávirkan. Alifeløgini í Føroyum eiga alt rós fyri at hava dugað sera væl at fyribyrgt sjúku og samstundis skapt góð úrslit.

Sitandi samgonga hevur ikki givið alivinnuni tær umstøður, sum vinnan hevur brúk fyri, fyri at tey kunna skapa tann vøkstur, tey ynskja. Her vil eg nevna nøkur av teimum avgerandi viðurskiftunum, sum skulu til, um vinnan skal gerast kappingarfør:

• Íløguáhugin hjá útlendskum íleggjarum er fallandi, tí langtíðar karmarnir eru ótryggir.

• Arbeitt hevur ikki verið, í nóg stóran mun, við handilsavtalum. Her hugsi eg um Russland, Kina, ES, Bretland, Ungarn og Suður Korea.

• Hoyvíkssáttmálin dettur burtur 1. januar 2020, og verður ongin avtala gjørd við Ísland, kemur hetta at ávirka útflutning av millum øðrum alifóðri.

• Kappingarførið er nógv versna. Hetta er orsaka av nýggjum skatta- og avgjaldsskipanum.

Alivinnan brúkar milliardir av krónum um árið til íløgur fyri at tryggja vinnuni og samfelagnum tryggar og varandi loysnir, og tí mugu vit geva vinnuni kappingarførar treytir. Skal vinnan gera íløgur fyri 1,5-2 milliardir krónur, so teir kunnu ala longri úti, krevst, at vit skulu geva vinnuni nóg góðar karmar til tess, so at útlendskur kapitalur ynskir at vera partur av slíkum íløgum. Um verandi politikkur verður framdur, so kann tað í ringasta føri hava við sær, at alivinnan velur at flyta framleiðsluna til onnur “bíligari” lond.

Vit mugu heldur verja og virðisøkja okkara alivinnu her á landi.

Alivinnan hevur nógv tey síðstu árini bygt á faklig og burðardygg atlit, men sitandi samgonga hevur tíverri slept hesum atlitum. Tey hava heldur latið “politisk góð hugskot” vera tað, sum skal tryggja vinnuna í framtíðini. Tað vil siga, tey undirraðfesta vinnuna í stóran mun.

Sambandsflokkurin vil arbeiða fyri, at vinnan skal hava tryggar og kappingarførar treytir at arbeiða undir. Alivinnan stendur fyri umleið 50% av okkara útflutningsvirðum, og tað arbeiða eini 1.500 føroyingar innan hesa vinnu.

Jaspur Langgaard
Valevni fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo