Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Tað er vanligt í einumhvørjum demokrati, at man krevur ØLL argument á borðið, áðrenn nakra støðutakan.

Hvis henda landsgongan ætlar at noyða føroyingar út í eina rættiliga ófyrireikaða og jánkasliga fólkaatkvøðu um eitt kokmplekst mál sum eina "grundlóg" komandi ár, so mugu fyrst ØLL skjøl, sum hava havt við fullveldis-prejektið, heilt fram í ljósið.

Eftir at Sjúrður Skaale hevur publicerað sína bók við privatum sjónarmiðum, hava alskyns mytur kyknað upp nógvastaðni, og tær skeikla málið heilt órímuliga.

Einki skal dyljast fyri veljaranum!

Hann hevur í slíkum stórmáli rætt til maksimalt innlit!

Hesar mytur og leysasøgur grugga jú alla støðutakan í grundlógarmálinum!

Tað er ein ótolulig støða fyri eitt demokrati, tá ið man manglar innlit og allar præmissur..

Í slíkum skørðum og við einum so tendentiøsum politiskum klima, er ikki møguligt at halda eina sakliga fólkaatkvøðu um okkara statsrættarligu støðu.

Tað má tí vera eitt avgjørt krav til landsgonguna, at hon antin frígevur øll skjølini frá fullveldissamráðingunum um aldarskiftið ella avlýsir fólkaatkvøðuna.

Tað er ikki rímulligt og slett ikki sakligt, at veljarin skal taka støðu, tá ið hann ikki kennir hvørt bókstav í teimum samráðngum, sum vóru júst um okkara statsrættarligu støðu fyri skjótt tjúgu árum síðani.

Tað verður størri og størri mystikkur um, HVÌ landsgongan IKKI vil frígeva skjølini, eftisum eingin danskur instansur hindrar tí.

HVÌ kunnu føroyingar ikki fáa totalt innlit í hesar famøsu samráðingar.

- HVØNN og HVAT vil man káva útyvir?

Skal veljarin taka støðu, skal hann ikki trilva seg fram við politiskum bindi fyri eyguni.

Hann hevur eftir tí núverandi grundlógini rætt til at kenna ALLAR præmissurnar!

Tað hevði klætt løgmanni at orientera veljaran væl á Ólavsvøku um bæði HVí og HVAT!

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo