Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Útlendis ítróttur

Tað er nú greitt, at 63-ára gamli Sam Allardyce tekur við venjarastarvinum hjá kreppurakta Premier League felagnum Everton, sum í løtuni liggur á einum 17. plássi í deildini.

Hetta vita enskir miðlar at siga í dag.

Enskir miðlar siga eisini, at tey fyrstu boðini, sum Allardyce skal hava givið Everton er at finna ein avloysara fyri framherjan Romelu Lukaku, sum í summar skifti frá Everton til Manchester United.

Tað er enn ikki greitt, hvussu langur sáttmálin hjá Allardyce er. Hann hevur áður verið venjari hjá Bolton, Newcastle, Blackburn, West Ham, Sunderland, Crystal Palace og, ikki minst, enska landsliðnum - har hann bert var venjari í ein dyst.

Ronald Koeman var venjari í Everton frammanundan Allardyce, og síðan Koeman fekk sekkin fyri einum góðum mánað síðan, hevur David Unsworth verið venjari hjá felagnum í fyribils óásetta tíð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo