Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Politikkur

Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, hevur lagt fram sína frágreiðing um løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi.

Samsvarandi § 21, stk. 3 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi, við seinni broytingum, leggur landsstýrismaðurin, áðrenn 1. oktober á hvørjum ári, frágreiðing fyri Løgtingið sambært § 51, stk. 4 í Tingskipan Løgtingsins um støðuna í fyrisitingini av sjófeingi og teimum veiðirættindum, Føroyar hava uttan fyri føroyskan sjógv, og hvørjar ætlanir hann hevur í hyggju at fremja.
 
1. Løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi. Hvat er sett í verk. Tey mest týðandi økini í tíðarskeiðinum fyri 1. oktober 2019.
2. Hagtøl um fiskiveiðu.
3. Uppboðssøla, menningarkvota og veiðigjøld.
4. Veiðirættindi og avtalur um veiðirættindi.
5. Vørn. Støðulýsing innan fiskiveiðieftirlit.
6. Havstovan. Støðulýsing av mest týðandi fiskastovnunum.
7. Landsstýrismaðurin. Hvørjar ætlanir hevur hann í hyggju at fremja.

Les frágreiðingina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo