Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Hesin ítróttardagurin, sum er eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári, er ætlaður fólkum, ið hava sálarligar og sosialar avbjóðingar í tí dagliga. Her fáa tey høvið at luttaka í line-dansi, kappingum í fótbólti og boccia, kondi-bingo og einum stórum borðhaldi við góðum undirhaldi og felagssangi.

Eitt annað og størri endamál við ítróttardegnum er, at øll hesi fáa ein møguleika at hitta hvønn annan til prát, felags upplivingar og hugnaliga samveru við hini.

Áhugin fyri tiltakinum plagar at vera stórur, og soleiðis verður eisini nú mikudagin. Líkt er til, at talið av luttakarum helst verður omanfyri 160 henda dagin.

Árligi ítróttardagurin, sum dregur luttakarar úr øllum landinum til sín, byrjar kl. 9:30 við morgunmati, og endar um 3-tíðina, tá hvør fer til sítt. Millum luttakararnar á degnum verða landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen og stjórin í Almannaverkinum, Edvard Heen.

Tað er sum nevnt Almannaverkið, ið skipar fyri tiltakinum, væl stuðlað av Eysturkommunu og Klaksvíkar kommunu. Í fjør var ítróttardagurin hildin í Vágum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo