Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Politikkur

Sum ein av teimum 18, ið tóku undir við nýggju fiskivinnunýskipanini, heiti eg staðiliga á landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at steðga við at bjóða veiðirættindi út á afturlatnari uppboðssølu. 

Í mini verð eitur onki afturlatin uppboðssøla, tí sjálvt hugtakið uppboðssøla inniheldur opinleika og gjøgnumskygni.

Á afturlatnari uppboðssølu fær tann, sum gevur boð, ikki høvi at reagera upp á boðið hjá øðrum, og tí er talan als ikki um uppboð.

Á eini uppboðssølu er tvingandi neyðugt, at tey bjóðandi vita, hvørjum tey eru uppi ímóti, og hvussu høg mótboðini eru. 

Sambært Sprotanum er allýsingin av orðinum uppboð: almenn søla har ið tann sum býður hægst fær vøruna, uppboðssøla, søluuppboð, auktión, keypa el. selja á uppboði.

Gjøgnum alt uppskotið um fyrisiting av sjófeingi verður orðingin “at bjóða út á uppboði” brúkt.

Tað kann als ikki pilkast við ta sannroynd, at tá løgtingsfólk hava viðgjørt uppboðssøluna, hava øll havt somu fatan av hugtakinum uppboðssøla, nevniliga hana, sum Sprotin so væl allýsir.

Tí kann tað lættliga skiljast sum, at landsstýrismaðurin nú toyggir og boyggir eitt hugtak og eina skipan, sum øll inntil nú hava havt somu fatan av.

Bill Justinussen, løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo