Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Bøkur

Løgd verður fram nýggja bókin “Eimur í øsku” eftir Sigurð Joensen og onnur, sum forlagið Ungu Føroyar hevur givið út.

Millum tey, ið hugleiða og lesa upp, verða Jóan Pauli Joensen, Sigri Gaini, Sjúrður Ferjá og Torbjørn Jacobsen.

Tilfarið í bókini er alt frá Gjógv og er millum mangt annað: Frásagnir um siðir á sjógvi og landi, søgur og stubbar um tann tiltikna Heina bónda, sum átti orðini  “Heini bóndi á (t.e. eigur) fjórða hvørt hár og fjórða hvørt strá úr Vesturdalsá í Svøltutá”, tvær seyðatjóvasøgur av manna munni: “Ongan slíðra til knívin” og “Ein blóðugan kraga”, og frásagnir um, tá ið Kristian í Hoygarðinum helt vaðansgildi, og tá ið hann var fyrstu ferð ferð til skips.

Her eru savnaðar áður prentaðar frásagnir um ferðir í Búgvan eftir Dánjal Klein, Poul Klein og Sigurð Joensen, sum kallar Búgvan “minnisheimin” hjá gjáarfólki, og somuleiðis ymsar av teimum hugleiðingum, sum Sigurð skrivaði um Gjógv gjøgnum tíðina.

Ein partur er ungdómsyrkingar eftir Sigurð Joensen, sum ikki hava verið frammi fyrr: kærleiksyrkingar, yrkingar til Gjáar fráhaldsfelag, minnisyrking og aðrar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo