Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Lesarin skrivar

Kann tað vera rætt, at tað almenna skal stuðla nøkrum einstøkum kommunum við partafelagsskatti?

Partafeløg harundir eisini partafeløg sum eru átt av tí almenna, rinda sambært ásetingarlógini 18% í partafelagsskatti.

Skatturin verður býttur sum kommunuskattur og sum landsskattur, kommunuskatturin fer sum oftast til heima kommununa tvs. har sum felagið er skrásett.

Um partafelagið hevur vinnu í fleiri kommunum, skal kommunuskatturin býtast millum heima kommununa og kommununa, har felagið hevur atvinnu í.

Til dømis skrásett 2019:
P/F 7080 Tunnil, 600 Saltangará.
P/F 3298, Norðoyatunnilin, 110 Tórshavn.
P/F 6003, Eystur- og Sandoyartunlar, 110 Tórshavn.
P/F 2809, Vágatunnilin , Hoyvíksvegur 65, 110 Tórshavn.
Og so framvegis.

Hetta er sum oftast kommunur sum frammanundan hava stórar skattainntøkur.

Torri Thomsen
Sjógøta 39
970 Sumba

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo