At reka handil uttan at lýsa er sum at blunka til eina kvinnu í myrkri
- Stuart H. Britt
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Fundur í Staðarnavnanevndini 1. mai 2019

Fundurin varð settur kl. 15 í Skúlastovuni á Føroyamálsdeildini. Øll nevndin var á fundi.

Fundarskrá:

1          Skálabotnur/Skálafjørður. Nevndin er biðin um at taka støðu til um tað almenna navnið á bygdini skal vera Skálabotnur ella Skálafjørður.

Skjøl í málinum:

Skjalatilfar frá Runavíkar kommunu, sent nevndini 13.03.2019

Tíðarlinja í málinum

Blaðgreinin “Bygdarnavnið Skálabotnur”

Tey ymisku atlitini sum nevndin eigur at taka í málinum, vórðu umrødd.

Fyri navninum Skálabotnur talar:

-          At tað er tað elsta skjalfesta navnið á plássinum (frá árinum 1600 og seinni)

-          At tað hevur langa siðvenju á kortum

-          At tað hevur ta størru útbreiðsluna millum manna, eftir øllum at døma eisini millum fólk í øðrum bygdum við Skálafjørðin

-          At í hvussu er hvørfalsformurin Skálafjørður er tvítýtt navn

Fyri navninum Skálafjørður talar:

-          At tað kemur fyri í kirkjubók í 1687

-          At tað verður nýtt av fólki á staðnum

-          At tað hevur undirtøku frá einum meiriluta av fólkinum í bygdini, sbrt. fólkaatkvøðu tann 12.03.2019

-          At Funningsfjørður er valt fram um Funningsbotn sum alment bygdarnavn

Eftir drúgva viðgerð samdist nevndin um at leggja størstan dent á ynskið hjá bygdarfólkinum og tók ta støðu at tað almenna navnið á búsetingini innast á Skálafjørðinum skal vera Skálafjørður. Ástaðarformur hjá bygdarnavninum er “í Skálafirði”, meðan tað hjá fjørðinum er “á Skálafjørði(num)”.

Meðan Skálafjørður sostatt verður góðkent sum alment bústaðarnavn (bygdarnavn), samtykti ein meiriluti í nevndini at Skálabotnur tó verður varðveitt sum náttúrunavn, t.e. sum navn á tí innasta á fjørðinum og strandarøkinum har inni.

Samtyktin verður send Runavíkar kommunu, Eysturkommunu, Umhvørvisstovuni, Landsverki og Hagstovuni. Gjørt verður vart við at sambært § 6 í Reglugerðini fyri Staðarnavnanevndina kann avgerðin kærast til landsstýrismannin í mentamálum.

Til kunningar:

Fundur var í Mentamálaráðnum 11. apríl 2019, har fýra nevndarlimir møttu saman við landsstýrismanni og trimum embætisfólkum. Ta skrivligu niðurstøðuna fingu vit í telduposti dagin eftir, tann 12. apríl 2019, og hon sigur m.a.:

“Mentamálaráðið metir, at reglugerðin sum heild, hóast tað ikki er útgreinað í § 3, eisini fevnir um navnaskifti. Um ein bygd skal skifta navn, er eisini talan um ein staðarnavnaspurning, og Staðarnavnanevndin umsitur heimildina at løggilda staðarnøvn sbrt. § 1 í reglugerðini. Reglugerðin ásetir eisini í § 6, at Staðarnavnanevndin hevur heimild at taka avgerðir í staðarnavnaspurningum, sum tó kunnu kærast til landsstýrismannin. Sostatt hevur nevndin somu heimildir til at taka avgerðir í staðarnavnaspurningum, tá talan er um at broyta nøvn á bygdum, sum tá talan er um at áseta form og stavseting.”

Fundur lokin kl. 16.30

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo