Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Undirritaði takki Karini Kjølbro, fyrrverandi løgtingskvinnu, fyri hennara virðiligu og upplýsandi viðmerking til mína grein um almennar pensiónir.

Upplýsingin í mínum lesarabrævi um, at eg fái tríggjar ymiskar eftirlønir, og at eg ongantíð havi rindað nakað ávíst eftirlønargjald –  umframt skatt – krevur eina frágreiðing:

Tá ið eg 1. januar 1991 gjørdist eftirløntur tænastumaður, var tað við heimild í §20 í løgtingsins fíggjarlóg: pensiónsgjøld, tænastumannaeftirløn. Seinni broytt í fíggjarlógini til §3.18.1.01, tænastumannaeftirlønir.

Eg fái eisini fólkapensión og samhaldsfastapensión.

Heri Mohr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo