Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Í Sosialinum nr. 7, 15. januar 2018 hevur Árni Gregersen, journalistur, nakrar hugleiðingar um almennar pensiónir, nú løgtingið hevur havt 1. viðgerð av nýskipan av pensiónum.

Hóast ein av grundgevingunum  fyri umlegging av pensiónum eftir hansara áskoðan er, at pensionistar skulu hava meira ”at liva fyri,” so er høvuðsgrundin, at ”skil má fáast á langtíðarhaldførinum á samlaða føroyska búskapinum.” Í sama andadrátti fáa vit at vita, at fólkapensiónin kom í Føroyum 1959, og at í mong ár stóð á almennum lønarseðlum, at ”so ella so stórur partur av skattinum fór til fólkapensión.”

Ein slíkan seðil hevur undirritaði ikki sæð. Tey gomlu fingu jú ellisrentu, aðrenn fólkapensiónin kom í 1959.
Undirritaði var í tænastumannastørvum á Føroya Gjaldstovu frá 1956 til 1991.

Hóast greinin hjá Gregersen i roynd og veru viðger málið um, at ”nú fáa vit øll annað slag av pensiónum,” og ”tað er ógvuliga torført at gera tað áhugavert at lesa um pensiónir” – so skilji eg satt at siga lítið av tí, sum eg havi lisið av umrøddu hugleiðingum.

Hóast alt so átti tað ikki at verið so torført at lisið um okkara pensiónir:

Tá ið fólkatingið og løgtingið høvdu viðtikið lógir um almennar pensiónir í Føroyum og lógir og reglugerðir um hesar pensiónslógir, vórðu tríggjar almennar pensiónir veruleiki, nevniliga: Fólkapensión, avlamispensión og einkjupensión.

Hesar pensiónir vórðu fíggjaðar soleiðis:

Fólkapensión helvt um helvt millum ríkiskassan og landskassan. Av landskassans parti vórðu 10% álíknað øllum kommununum við støði í fólkatali og kommunuskattainntøku (hetta var eitt sindur fløkjasligt býti).

Avlamispensión á sama hátt sum fólkapensión.

Einkjupensión helvt um helvt millum ríkiskassan og landskassan [minnist meg rætt].

Samsvarandi galdandi lógum varð í mong ár eitt fólkapensiónsgjald upp á 1½% (ella 2%?) av botngjaldi av folkapensión og avlamispensión goymt í einum grunni í landskassans ársroknskapum ætlað lánveiting til bygging av nýggjum røktarheimum. Hesin grunnur varð fyrst umsitin av Ríkisumboðnum og seinni av Almannastovuni, tá ið hon varð veruleiki. Men Fólkapensiónsgrunnurin lá tryggur í landskassanum á Føroya Gjaldstovu.

Við útlánum úr Fólkapensiónsgrunninum varð byggikostnaðurin til fylgjandi røktarheim fíggjaður:
Í Vágum, Suðuroy, Klaksvík, Eysturoy, Suðurstreymoy og á Sandi.

Ein sonn massakra fór fram í landskassanum í 1991. Eirindaleys sum á sinni í Stockholm 1520.

Fólkapensiónsgrunnurin og útvið 100 aðrir landskassagrunnar hvurvu so at siga í myrkri og í heimildarloysi. Eisini fólkapensiónsgrunnurin við tøkum peningi og øllum útlánunum hvarv sum sagt í 1991.

Í 1992 varð hendan massakran lóggildað við tveimum løgtingslógum (sjá síðu 6 í landskassans ársroknskapi 1991).

Eisini tann ríki Oljugrunnurin við nógvum tøkum milliónum og stórum útlánum hvarv í sama myrkri, men Palleba og Marsanna knógva framhaldandi til dagin í dag við oljugjaldi við ongum grunni.

Eg má siga við mín góða vin Árna Gregersen – við góðum skúla í Føroyum og Danmark og fjølbroyttum arbeiðsroyndum í Føroyum og á Bornholm – at tað, ið tú sigur um tað, ið landsstýriskvinnan við pensiónsmálum sigur um nýskipan av pensiónum, er so fløkt og torskilt, at tað valla verður lisið av fólki við vanligum viti og skili.

Eg kann upplýsa, at í 1956 vóru tríggir eftirlønargrunnar í landskassans ársroknskapum:

Eftirlønargrunnur tænastumanna, Eftirlønargrunnur læraranna og Eftirlønargrunnur sjúkrahúsanna. Teir vórðu allir avtiknir einaferð í 1960-unum. Harmiligt!

Sjálvur fái eg í dag tríggjar ymiskar almennar eftirlønir, og eg havi ongantíð rindað nakað eftirlønargjald. Men mín sjálvsagda skatt havi eg sjálvandi goldið til dagin í dag.

Í roynd og veru er ikki so nógv broytt av hesum pensiónslógum hesi 48 árini annað enn tað, at løgtingið við fíggjarlógini 2002 stongdi fyri øllum dýrtíðarhækkingum av ríkiskassans helvt uttan tó at útvega landskassanum aðrar inntøkur í staðin til pensiónirnar.

Loksins vil eg leggja dent á, at eg serliga sakni at fáa at vita, hvussu ein radikal umlegging av eftirlønarskipanini skal fíggjast, herundir hvussu  ríkiskassans partur kemur inn í myndina.

Heri Mohr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo