Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Fiskivinnunýskipanin, Løgtingslóg um Sjófeingi, er farin at virka.

Kravið um at allur fiskur skal landast í Føroyum, hevur vanlukkuligar fylgjur fyri føroyskar sjómenn og reiðarí, og er ein beinleiðis stuðul til føroysk virkir.

Í løtuni fær stórfyritøkan Havsbrún/Bakkafrost milliónir í stuðli, orsaka av kravinum um føroyskan kajkant.

Føroysk skip fáa uml. 30 oyru minni pr. kg. svartkjaft, enn útlendsk skip fáa.

Føroysk skip kunnu landa svartkjaft í Noregi og Íslandi fyri uml. 1,95 kr/kg, meðan prísurin í Føroyum er 1,60 kr/kg.

Tað vil siga, at fyri hvørji 1000 tons, sum landað verða til Havsbrún, missa føroysku skipini 300.000 kr.

Og hetta aftaná at tey hava goldið 200.000 í tilfeingisgjaldi, har manningin skal gjalda 17,5% av rokningini.

Føroysk skip hava bert ein einasta møguleika, og tað er at landa svartkjaftin til Havsbrún.

Havsbrún kann seta prísin sum teir vilja, tí tað er eingin kapping yvirhøvur.

Tað er eitt lógarkrav, at Havsbrún skal hava fiskin.

Tað er fulkomuliga høpisleyst at lóggeva allan svartkjaftin um føroyskan kajkant, tá tað bert er eitt virki í Føroyum, sum kann taka ímóti svartkjaftinum. 70% av partapeninginum í Bakkafrost/Havsbrún er útlendskur.

Føroyski fiskimaðurin er stóri taparin.

Umframt eyka skatt í formi av tilfeingisgjaldi, fáa føroyskir fiskimenn nú munandi minni fyri fiskin, enn teirra starvsfelagar á útlendskum skipum.

Við at dumpa prísin til føroysk skip, er Havsbrún eisini betri fyri í kappingini at fáa fatur á útlendskum skipum, sum kunnu landa svartkjaft til Havsbrún.

Føroyskir sjómenn uppliva, at útlendingar fáa munandi meira fyri svartkjaftin í Føroyum enn føroyskir sjómenn.

Hetta er beinleiðis diskriminasjón og ein háan móti føroyska fiskimanninum.

Tøgnin frá  manningarfeløgunum er larmandi.

Slíkt hevði ikki gingið nakrastaðni í teimun londunum, sum vit vanliga samanbera okkum við.

Útlendsku partaeigararnir í Havsbrún/Bakkafrost kunnu vera glaðir.

Teir skúma róman orsaka av dumpaðu fiskaprísunum og teir fáa sín vinning uttan at gjalda skatt, tilfeingisgjald v.m. í Føroyum.

Tað átti at verið grensur fyri, hvussu býttir føroyingar hava lov at vera.

Ein, ið fiskar svartkjaft

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo