Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Lesarin skrivar

Opið bræv til Noðurlandahúsið.

Nor∂urlandahúsi∂ er ein gó∂ur karmur um mentanartiltøk í Føroyum.

Tí er ta∂ er vi∂ tungum hjarta tá eg, sum útiseti komi heim til Føroya til føroysk mentanartiltøk í NLH og sum ákso∂ari, ikki sleppi at hoyra mítt sjáldsama, høgt metta og elska∂a mó∂urmál í Føroya fremsta mentanarhúsi∂, men veri∂ alment tiltalað á donskum av føroyingum - og enntá bi∂in um at tosa danskt til nørrøn tiltøk.

Ta∂ minnir um tá føroyskt var banna∂ í skúlum og kirkjum og vísir, at vir∂ingin fyri okkara sjáldsama máli yvurhøvur ikki er sum nógv av okkum kundu ynskt.

Tí vil eg hervi∂ leggja uppskot fram til tykkara, sum leggja hendingar til rættis í okkara fremsta føroyska mentanarhúsi∂.

Eitt uppskot, sum kann vísa, fremja, læra, verja, varðveita og ra∂festa ta∂ førosyska máli∂:

Øll tala fer fram á føroyskum fyrst.

1. at føroyingar, i∂ tala gera so altí∂ á føroyskum

2. øll fortala/hendinga-stjórn fer fram á føroyskum

3. at kjak altí∂ fer fram á føroyskum - vi∂ samstundis umseting til og úr útlendskum

4. at útlendsk tala altí∂ ver∂ur varpa∂ samstundis á føroyskum - ra∂fest nr. 1

5. at føroysk tala er umsett samstundis ígjøgnum radio móttaka til hvønn einstakan, sum hevur brúk fyri tí - ra∂fest nr. 2

Føroyskt er ta∂ mest sjáldsama norrøna máli∂ og eigur tí at verjast mest.

Vit í Føroyum eru bestu og trúgvastu verjar av okkara máli.

Um vit ikki verja okkara mál, kunnu vit ikki vænta at nakar annar ger ta∂.

Føroyskt er eitt avbera vakurt og skaldsligt mál, sum vit mugu vera errin av, vísa fram og loera onnur solei∂is at tey eisini kunnu menna føroyska máli∂ og halda ta∂ livandi.

Vi∂ hávir∂ing
Rannva Erlingsdóttir Simonsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo