Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Motivið til álopið, sum var framt í eini mosku í Oslo-forstaðnum Bærum, skal helst finnast á alnetinum.

Løgreglan hevur áður fingið fráboðan um innlegg, sum handtikni maðurin, ið er undir illgruna fyri at hava skotið, hevur skrivað.

Fáar tímar eftir hendingina fann løgreglan eina deyða kvinnu, so tann mistonkti er nú bæði skuldsettur fyri dráp og drápsroynd.

Løgreglan í Oslo kannar nú tað sum fór fram í gjár, har virksemið hjá tí skuldsetta á alnetinum eisini er partur av tí.

Tað sigur samskiftisleiðarin hjá løgregluni í Oslo, Roar Hansen, við nosrka miðilin VG.

Norska løgreglan sigur nú at talan var um terror.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo