Um eingin Gud var, so vóru heldur eingir gudsnoktarar
- G. K. Chesterton
Vinna

Í sambandi við grein hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir her á VP, setti VP stjóranum í ALS, Magni á Deild Olsen, nakrar spurningar.

Spurt var millum annað hvat starvsfólkini á ALS takast við og hvussu nógv eru í hvørjum starvsøki, spurt var eisini hvussu nógv miðallønin er hjá starvsfólkunum og um øll eru í føstum starvi.

Stjórin hevur nú verið so beinasamur at svara neyvt øllum spurningunum.

Niðanfyri er eitt yvirlit yvir tali av ársverkum á ALS í fjør og í ár saman við upplýsingum um, hvat hesi fólkini fáast við – starvsheiti.

Ársverk 2018

Ársverk 2019

Starv

2,0

2,0

KT-mennarar

2,0

2,0

KT-rakstur

1,0

1,0

Bókhaldari

1,0

1,0

Eftirlit

0,8

0,8

Journal og bókhald

4,3

3,8

Málsviðgerar

2,0

0,5

Lærlingar

4,6

3,5

Kveikjarar

4,1

4,0

Ávísing

2,0

2,0

Móttøka v.m.

4,4

4,4

Fjølsmiðjan

0,8

0,8

Reingerð

3,0

3,0

Deildarleiðarar

1,0

1,0

Stjóri

33,0

29,8

- Hóast 37 starvsfólk í fjør, so vóru tað fleiri, sum ikki arbeiddu fulla tíð, og tí var talan um 33 ársverk í 2018.

- Í ár verður talið av ársverkum sløk 30 – ein minking á stívliga 10%.

- Annars kann eg upplýsa, at talið av ársverkum í ár verður á leið tað sama, sum tað var fyri sjey árum síðani í 2012, og tað verður á leið ein triðing lægri, enn tað var í 2015, tá tað var stívliga 44.

- So í tann mun, tað ber til, laga vit áhaldandi talið av starvsfólkum til tørvin, virksemið og talið av fólkum, sum einki arbeiði hava. Men tað eru eyðsæð nógvar uppgávur og funktiónur á ALS, sum ikki eru beinleiðis tengdar at, hvussu stórt ella lítið arbeiðsloysið er.

- Tá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir skrivar, at “Í dag sita 35 starvsfólk, ið umsita 269 arbeiðsleys. Við øðrum orðum: hvørt starvsfólk umsitur gott og væl 8 arbeiðsleys!”, so er tað bert ein partur av sannleikanum. Jú, tað er rætt, at tað júst nú eru 271 fólk skrásett í Arbeiðsloysisskipanini, men tað eru jú ikki tey somu fólkini, sum eru frá ársbyrjan til ársenda. Tað komu 993 nýggj fólk í skipanina í fjør, og í 2017 var tað talið 1.144. Øll hesi fólkini skulu skrásetast í skipanini, vit hitta tey fleiri ferðir, og vit skipa fyri undirvísing, skeiðum og stuðli av ymsum slagi til øll hesi fólkini, meðan tey eru í skipanini. So talið “264” er eitt sindur misvísandi – ella sigur í øllum førum ikki alla søguna.

- Tú spyr síðani, hvat miðallønin hjá starvsfólkunum á ALS er. Vit rindaðu á leið 13,8 mió. krónur í lønum í fjør til tey 37 fólkini, sum vóru í starvi hjá ALS í styttri ella longri tíð, og miðallønin var harvið slakar 373 tús. krónur umframt eftirløn í 2018.

- Síðsti spurningurin er, hvørt hesi starvsfólkini eru áramálssett ella hava fast starv?

- Til tað er at siga, at starvsfólkini á ALS eru øll í føstum starvi.

- Annars kann eg upplýsa, at tá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir sigur, at: “Raksturin hjá ALS er farin úr 6 mió kr. í 2008 til nærum 15,4 mió kr. í 2017.”, so er tað heldur ikki allur sannleikin.

- Hon samanber bara starvsfólkakostnaðirnar, og so ger hon tað fyri árini 2008 og 2017. Fyri tað fyrsta, so eru tað nýggju ár frá 2008 til 2017, og sjálvandi eru lønirnar hjá teimum einstøku starvsfólkunum hækkaðar síðani. Harafturat er virksemið hjá ALS nógv broytt hesi árini, og eru vit munandi meiri virkin í at stuðla fólki í at koma aftur á arbeiðsmarknaðin nú samanborið við í 2008 – og tað merkir, at tað eisini eru nøkur fleiri starvsfólk í starvi hjá ALS í dag samanborið við 2009.

- Harafturat er tað so, at raksturin hjá ALS fevnir um annað og meira enn starvsfólkakostnaðirnar. Hyggja vit eftir, hvat tað kostar at reka ALS, tað vil siga fyrisitingarútreiðslurnar, so verða tær væntandi 5 mió. krónur í ár. Tað er 4,2 mió. krónur (46%) minni enn fyri fimm árum síðani í 2014, og 4,5 mió. krónur (47,4%) minni enn tær vóru fyri níggju árum síðani í 2010. Í 2008 vóru hesar útreiðslur 6,8 mió. krónur, so í ár verða fyrisitingarkostnaðirnir 1,8 mió. krónur (26,5%) lægri enn tær vóru í 2008.

- Hetta er í ársins prísum – tað vil siga, tá er hædd ikki tikin fyri prísvøkstri.

- Taka vit avskrivingar og meirvirðisgjald við eisini – hetta eru jú eisini ein partur av rakstrinum hjá ALS – og taka vit eisini hædd fyri prísvøkstri, so eru hesar útreiðslur minkaðar úr 13,6 mió. krónum í 2010 niður í 5,2 mió. krónur í 2019 – ein minking á 8,3 mió. krónur svarandi til 62% eftir níggju árum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo