Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Lesarin skrivar

Nú brýtur í bæði borð hjá okkara Kringvarpið.  Og tað er ikki lukkuligt sum láturverji teirra borgarligu í Norðoyggjum leikaði í herfyri á Vágaportalinum.

Hesin var í øðini tí, haldið tykkum fast, at Katrin Kallsberg og Henrik Old hava sitið í panelinum á tí frálíku sendingini Also, íð verður send hvønn leyðarmorgun í Kringvarpinum.

Tann trupulleikin er lættur at loysa, tí hann er føroyameistari í viðmerkingum.

So Kringvarpið eigur at lata Bigga og ónøgda borgarliga fjepparin fáa møguleikan, at luttaka í panelinum á Also.

Hinvegin er tað meira álvarsligt, at starvsfólk í Kringvarpinum dag og dagliga verða niðurgjørd av borgarligum politikarum.

Einstøk tíðindafólk verða tikin burtur úr rúgvuni, har tey verða viðgjørd persónliga. Og í alraflestu førum verða tey løgd undir, at hava eina fjalda dagsskrá.

Meðan ein kann yppa øksl, og taka tað sum skemt viðvíkjandi hesum borgarliga fjeppara, so er tað meira álvarsligt, tá tað er komið hartil at floksformaður ferð aftan á ferð skýrir okkara almenna Kringvarp, at vera ein klekingardepil hjá ávisum politiskum flokki.

Í sjálvum sær er tað lagnunar speisemi, at sama Kringvarp og somu starvsfólk sum geva útspillarnum rúmd í Kringvarpinum, tey vera niðurgjørd, bæði fagliga eins og menniskjaliga av løgtingsins røðarapalli, eins og til nærum hvørja aðra politiska viðgerð í Kringvarpinum.

Tað syndarliga er, at hesi sum kyniskt dag og dagliga útstilla starvsfólki í Kringvarpinum sum ein ótrúverdigan bólk, tað er tey sum hava eina fjalda dagsskrá.

Tí tey eru fult greið yvur, at sigur tú eina lygn nóg ofta, so er tað tíanverri so, at fólk koma at trúgva uppá lygnina.

Sannleikin er, at hesi løgtingsumboð íð dag og dagliga spilla og niðurgera starvsfólki í Kringvarpinum, tey kunna takka somu starvsfólkum í Kringvarpinum fyri teirra karrieru, tí tey hava fingið høvi til at brúkt okkara almenna Kringvarp  sum platform.

Í tí sambandi er hetta orðatak sera rámandi.

"Ger skálkinum gott og hann lønar tær aftur við háð og spott”.

Frank Davidsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo