At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Krutl

Birkbloggur: Soleiðis broderaði omma: Alt af Naade.

Eins og abbi var hon fødd í 1894.

Skriftstaðið varð broderað og sett á veggin í 1924, tá missiónshúsið Bethania varð bygt í Gøtu.

Har komu tey bæði, Benadikta og Marius.

Men tíggju ár seinni vóru broytingartíðir í hugsjónarbygdini Gøtu, og tey vóru millum teirra, ið fóru at ganga í brøðrasamkomuna Filadelfia, sum tá var í Syðrugøt.

Orsøkin til at eg fann hesa mynd fram í kvøld, eru orðini hjá Honnu Jensen úr Gøtu í kvøld: Vit skulu skapa eitt samfelag, sum strekkir seg longri enn mín sannføring.

Í enskttalandi londum, sum brøðrasamkoman í sínari tíð kom úr, brúka tey orðið shunning, at skýggja ein persón, sum er fallin í ónáði.

Skilji, úr tí, sum sagt varð, at tað er hent í hesi samkomu.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo