Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Tiltøk

Altjóða Pinkubarnadeyðadagur týsdagin 15. okt. Vit tendra ljós fyri okkara pinkubørnum í Syðrugøtu og í Tórshavn.

Aftur í ár verður skipað fyri Altjóða pinkubarnadeyðadegi týsdagin 15. okt.

Tá ið vit missa eitt pinkubarn missa vit ein part av okkum sjálvum. Ein part av okkara framtíð, ein part av okkara samleika. Vit náddu at knýta sterk bond til børn okkara, annað hvørt tey vóru fødd ov tíðliga, til tíðina ella vit hava livað saman við teimum.

Henda sterka kenslan av felags lagnu, gevur bæði foreldrum og avvarðandi stundir til at minnast børnini, ið fingu eitt alt ov stutt lívsskeið.

Saman við foreldrum og avvarðandi kring allan heimin minnast vit børnini Altjóðadagin.

Opið hús verður í Beranum (Niels Finsensgøtu 32) kl. 18.30. Vit tendra ljósini frá kl. 18.45, so øll ljósini eru tendraði kl. 19. Møguleiki er eisini fyri at skriva eina heilsan ella gera eina tekning á teir vøkru ljós posarnir, sum tit fáa. Vit bjóða kaffi/te og køkur. Jens Marni Hansen luttekur við sangi.

Altjóða dagurin verður eisini hildin í Syðrugøtu, í ovaru hædd í Valhøll (G! Skrivstovuni), Fyri oman Brúgv 3, kl. 18.30. Farið verður oman á sandin at tendra ljós kl. 18.45, so øll ljósini eru tendraði kl. 19.

Verið hjartaliga vælkomin
Felagið Pinkubarnadeyði / Berin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo