Mangt togið slitnar av tí, at tað er ov stutt
- úr Børkuvísum
Politikkur

10. oktober er altjóða dagur fyri sálarheilsu. ST stuðlar degnum, sum varð hildin fyri fyrstu ferð í 1992. Endamálið við degnum er at upplýsa um sálarheilsuligar avbjóðingar kring heimin og at fremja meira opinleika um sálarheilsu og um sálarsjúku. 

’At fara út til Árna’ varð sagt um fólk, sum fingu viðgerð á ’Statshospitalinum’, sum Psykiatriski depilin varð umrøddur, tá eg var barn og ung. Annars vórðu ikki nógv orð skift um sálarliga líðing og týdningin av eini góðari sálarheilsu.

Í Føroyum er myrkur helvtina av árinum, og vit eru nógv, sum kenna, hvussu myrkrið ávirkar sálina. Fyri mong eru sálarligu avbjóðingarnar so stórar, at tey ikki orka gerandisdagin uttan hjálp.

Og sjálvi rópa menniskju við stórum sálarligum avbjóðingum ikki harðast um lekjandi tilboð.  

Í stóru fólkaheilsuætlanini, sum Almanna- og heilsumálaráðið gav út í 2006, verður sálarlig líðing nevnd sum ein av føroysku fólkasjúkunum og orsøk til umleið 30 prosent av øllum seingjadøgum á føroyskum sjúkrahúsum. Spurningurin er so, hvussu nógvar seingjadagar sálarlig líðing er orsøk til í dag. 
Sálarheilsuliga økið er framvegis í stóran mun knýtt at stigmatisering, skomm og tøgn. Vit skulu alla tíðina, og ikki einans í sambandi við altjóða sálarheilsudagin 10. oktober hava í huga, hvussu vit kunnu betra um sálarheilsuna, so at vit ikki enda við einum samfelag, har vit ikki longur trívast sum menniskju.  

Havi sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein §52 spurning í sambandi við Altjóða Sálarheilsudagin. Spurningarnir eru soljóðandi:

- Hvørji tilboð hevur landið í dag til menniskju, sum hava tørv á viðgerð fyri ringa sálarheilsu ella fyri sálarsjúku?

- Hvussu nógv fólk eru í viðgerð fyri sálarsjúku í Føroyum samanborið við onnur Norðurlond?

- Hvussu stórur partur av seingjardøgunum á føroysku sjúkrahúsunum eru orsakað av sálarligari líðing?

- Hvør viðgerð er á Psykiatriska deplinum umframt medisinska viðgerð?

- Hvør er tørvurin á viðgerð fyri sálarliga líðing hjá børnum og ungum? Er hesin tørvur í vøkstri?

- Hvørji tilboð eru til ung, sum verða innløgd á Psykiatriska depilin?

- Hvussu er akutt-móttøka skipað á Psykiatriska deplinum? Er talið á fólki, sum fáa viðgerð fyri sálarsjúku, í minking ella í vøkstri? Og ber til at staðfesta nakrar orsøkir til verandi gongd?

- Hvørjir møguleikar eru fyri heilsustarvsfólk at menna fakligu førleikarnar í sambandi við arbeiðið við menniskjum við sálarligari líðing?

- Er nakað tilboð til avvarðandi hjá menniskjum við sálarligum líðingum ella sálarsjúku?

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo