Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Nú  hevur okkara fiskaministari havt vitjan av sínum eingilska kollega, og ein braneggjaður journalistur frá Kringvarpinum veit at siga, at tað er ovurstór semja og ber idyll millum teirra um allan fiskivinnupolitikk.

Her má vera okkurt  politiskt vaccum hjá mikrofondreingjum í okkara dýra licens-stovni, tí England førir   í løtuni ein avgjørt diametralt øðrvísi fiskivinnupolitikk enn okkara uttan-ministari tykist at ætla sær, og hann skal eitast at vera limur av somu politisku teggju sum fiskaministarin.

Flestøll uttanfyri kringvarpsstovnin vita, at England, USA og EU hava akkurát nú tær harðastu fíggjarligu sanktiónir móti øllum handilsskapi við Russland, líka síðani Berlin-múrurin fall, og tað umfatar sanniliga eisini alla fiskaframleiðslu.

Men fyri fáum døgum síðani proklameraði uttanmála-Pól, at hann ætlar sær til Moskva at vitja Putin fyri at fáa serligar sømdir fyri føroyska fiskaframleiðslu.

Hvussu kunnu tveir ininistarar úr somu samgongu hava so ymiska uppfatan?

Hvussu harmonerar eingilsk boykott av Ruslands-handli við tað, at uttanmála-Pól fer til Ruslands at bidda.

Her er so stórt logiskt glopp í tankagongdini hjá samgonguni, at antin eru teir skammleysir hyklarar ella eisini veit tann vinstra hondin ikki av, hvat tann høgra hondin fæst við.

Slíkt  verður eisini nevnt politiskur dupultmoralur.

Tað kundi verið av stórum áhuga fyri føroyskar veljarar, um fiskaministarin hevur torað at fortalt  sínum eingilska mótparti, hvussu amoralskur føroyskur politikkur er, ella hevur hann bara krógvað fakta fyri eingilskmanninum.

Er hann so politiskt naivur, kann tað koma hvast aftur um brekku seinni, hvis England fer at víðka sínar sanktiónir móti krokandi londum, sum skammleyst handla við Rusland uttan um tað internationalu blokaduna.

Tað hevði klætt mikrofonmonnum at havt borað djúpt í hesum manglandi logikki í staðin fyri halleluja-skriving um tann des-orienterandi ella gruggandi fiskivinnufundin.

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo