At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Vinna

Eftir at børsurin stongdi í gjár kundi staðfestast, at tað hvørki er Apple ella Microsoft sum er heimsins virðismiklasta fyritøka.

Tí Amazon, sum byrjaði at selja bøkur á netinum, men í dag selur mestsum alt, er nú heimsins størsta fyritøka, mátað í børsvirði.

Tað eru gott og væl 21 ár síðani, Amazon bleiv børsskrásett, og síðani tað er partabrævið meira enn 500 faldað í virði. Tað hevur økt virðið yvir 30% í eitt ár og felagið er nú vert nærum 800 milliardir dollarar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo