Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag
- Mark Zuckerberg
Onnur tíðindi

Amerikanska sendikvinnan Carla Sands er í hesum døgum á vitjan í Føroyum, og á middegi vitjaði hon Ráðhúsið, har borgarstjórin Annika Olsen tók ímóti.

Sendikvinnan var serliga áhugað í at hoyra um virksemi og útbyggingar í Tórshavnar kommunu, og borgarstjórin greiddi henni frá um skúlabyggingina á Fløtum, havnaútbyggingina hjá Tórshavnar Havn og vaksandi virksemi innan byggivinnuna, sum krevur alsamt meir arbeiðsorku uttanífrá.

Ítøkiliga umrøddu borgarstjórin og sendikvinnan møguleikarnar fyri samstarvi millum Tórshavnar kommunu og amerikanskar kommunur í mun til okkara lesandi og teirra møguleikar fyri at vera gestalesandi í Føroyum og USA. 

Carla Sands og fylgi hennara fara av landinum í morgin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo