Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur eftir øllum at døma sett juristar og ráðgevar at kanna, um USA fær keypt Grønland.

Tað skriva amerikansku miðlarnir Wall Street Journal og Washington Post umframt fleiri aðrir miðlar, sum endurgeva ónavngivnar keldur, skrivar DR.DK.

Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at ein amerikanskur forseti roynur at keypa Grønland, skrivar tíðindastovan AP.

Í 1946 bjóðaði USA at gjalda 100 milliónir dollarar fyri Grønland, eftir fyrst at hava flirtað við hugsanini um at lata ein part av Alaska fyri Grønland.

Tað búgva um 56.000 fólk í Grønlandi, sum við sínum 2.180.000 ferkilometrum er heimsins størsta oyggj, sum ikki er eitt meginland.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo