Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Krutl

33 ára gamli Colin O'Brady brúkti ikki segl og fekk ikki mat uttanifrá tá hann gekk tvørturum Antarktis. Og tað hevur ongin annar megnað áður.

Ferðin tók 54 dagar, og áðrenn hann fór til gongu søgdu nógv, um ikki øll, at tað var ógjørligt. Teinurin er 1.500 kilometrar, og skal vera nakað av tí mest ómøguliga hjá einum menniskja at ferðast í. 

Fleiri hava gingið har áðrenn, men altíð fingið mat og aðra hjálp uttanifrá ella brúkt segl til at hjálpa sær við framdriftini. Colin O'Brady vildi klára seg uttan, og tí noyddist hann at draga 170 kilo av provianti og útgerð aftaná sær.

80.000 fylgdu honum á sosialu miðlunum, og har segði hann millum annað nú ímóti endanum, at seinastu 32 tímarnir vóru nakrir av teimum ringastu í lívinum, tó at nakrar av bestu løtunum í lívinum eisini vóru at finna júst har. Seinastu 129 kilometrarnar gekk hann uppá bara eitt samdøgur.

- Eg hugsaði fleiri ferðir um at gevast. Pakka teltið saman og bara gevast. Men so hugsaði eg um øll sum stuðla mær og fylgja mær. Og so andaði eg djúpt inn og helt fram, fet fyri fet, sigur Colin O'Brady í eini dagføring á instagram.

Í 2016 doyði bretski ævintýrarin Henry Worsley, tá hann royndi tað sama. Hann small um útlúgvaður og doyði, stutt áðrenn hann var komin á mál.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo