Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Um hálvan november gjørdi Amnesty meiningakanning um støðu føroyinga um flóttar (tað var so  almenn frágreiðingin). Tríggir spurningar vórðu settir - sera yvirordnaðir og leiðandi.

Hetta gjørdi, at spyrjarin í veruleikanum fekk tað svarið, sum dyrgt varð eftir.

Var millum teirra, sum bleiv uppringdur, og skal eg skal umrøða spurningarnar.

Spurningur 1)
Hvussu samdur ert tí í, at fólk eiga at kunna leita sær friðskjól í øðrum londum fyri at sleppa undan kríggi og forfylging?

Svarið gevur seg sjálvt.

Tey allarflestu eru uppá forhond samd um, at krígsoffur og forfylgd kunnu leita sær friðskjól aðrastaðni.

Tí er spurningurin í besta lagi leiðandi og í øðrum lagi manipulerandi, tá hann nú verður brúktur sum alibi fyri vælvildina hjá føroyngum at taka móti flóttum og migrantum í hesum tíðum, har muslimar og afrikanar í milliónatali leita sær til Evropa at liva sum økonomiskir flóttar (og eisini terroristar).

Amnesty International setti ein generellan spurning, har fólk eru positiv - hetta fyri at (miss)brúka í heildarmyndini og boðskapinum hjá Amnesty Føroyadeild.

83% vóru partvís samd ella samd. Flott tøl. Eg svaraði samdur.

Spurningur 2)
Hvussu samdur ella ósamdur ert tú í, at landsstýrið átti at gjørt meira fyri at hjálpa flóttafólkum undan kriggi og forfylging?

Her er úrslitið sjálvsagt eisini greitt frammanundan.

Stórt sæð allir føroyingar taka undir við at hjálpa, har ástendur. Hygg bara eftir allar hjálpini, sum land, felagsskapir og einstaklingar árliga lata úr Føroyum. Tí gevur hetta svarið seg sjálvt, 77% vóru partvís samd ella samd.

Hinvegin var einki sagt um, at talan var um migrant- og flóttafólkastøðuna í Miðeystri og/ella Afrika.

Um tey spurdu hava hugsað um alla elendigheitina í umrøddu økjum, kann tað verða gitt um.

Givið er tó, at tey allarflestu taka undir við sjónarmiðinum um, at vit eiga at hjálpa á staðnum.

Í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina undan jólum, skjeyt Fólkaflokkurin m.a. upp, at játta 10 mio kr til hjálpararbeiði uttanlands. Hetta var tíverri ikki samtykt.

Men aftur til spurningin. Einki varð sagt um, at meirhjálp til flóttar hevði nakað við flóttar til FO at gera.

Eg svaraði samdur.

Spurningur 3)
Hvussu nær hevði tú persónliga viljað tikið ímóti fólkum, sum flýggja undan kríggi og forfylging? Hevði tú latið tey búð

    * í Føroyum?
    * í býnum ella bygdini hjá tær?
    * í grannalagnum hjá tær?
    *  heima hjá tær?
    *  ella noktað teimum at komið til FO?

Her kemur veruliga endamálið við spurningunum.

Fyrst bóndafangar Amnesty svararan í spurningi 1 og 2, har svararin vísir eyðkenda føroyska gevara- og næstrakærleikan.

Síðani kemur spurningur 3, har man tilætlað heldur muslimar og migrantar uttanfyri svarmøguleikan hóast at øll vita, at júst hesir fólkabólkar eru orsøk til ovurhonds frustratiónir, ótta og vreiði í øllum Europa og aðrastaðni í heiminum eisini.

Ja, spurningarnir um hesi fólk geva í hesum døgum politiskar skjálvtar í øllum Europa – orsakað av yvirgangi og annars illvilja og fíggindaskapu hjá hesum fólkum móti okkara demokratium – sum fyri allar demokratar er ræðandi.

Men nei, nú tóktist endamálið eitt annað, at prógva, at føroyingar við opnum ørmum taka ímóti ØLLUM flóttafólkum (har økonomiskir migrantarnir verða tagdir burtur, sum í 100túsunda tali av ungum monnum floymdu inn í ES í 2015 og 2016).

Tí vóru spurningarnir settir upp, so svararin bleiv bóndafangarður - hvat skuldi hann nú svara?

Ti har var slettis einki nevnt um migrantar (sum flestu er ungir óútbúnir menn og telja í minsta lagi 2/3 av øllum sokallaðu “flóttunum”) og muslimar - hesir bólkar, sum í veruleikanum er tann ovurstóri politiski trupulleikin í Evropa í dag.

Eg segði tí við ungu kvinnuna, at spurningurin í besta lagi var mangulfullur, í ringasta lagi villeiðandi, og at eg ikki vildi svara spurninginum, hóast eg hevði svarað játtandi uppá spurning 1 og 2.

Samanumtikið er tað til lítið rós fyri Amnesty soleiðis at bíleggja kanning, sum uppá forhond gevur tað úrslitið, sum føroyski parturin av Amnesty sannlíkt fór eftir – at fáa muslimskar migrantar til Føroyar.

Líka so undranarsamt er tað, at Gallup letur seg brúka í meiningarkanning, sum so sjónliga gerst partur av manipulatión av fólkahugsanini, sum so verður varpað lurtarum og hyggjarum sum eitt sjaldsamt meiningsskifti millum føroyingar.

Skoytast kann uppí, at í sama spurnarumfari, bleiv veljarakanning gjørd. Visti ikki av, at Amnesty eisini var hugað í politisku fordeilingini í Føroyum?

Bjarni Djurholm

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo