Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Lesarin skrivar

“And so this is Christmas And what have you done?” sang John Lennon á sinni.

Meðan vælbjargaðir jólamenn og jólakonur á Løgtingið eru farin í jólafrí eftir at hava deilt jólapakkar út í eyst, vest og suður seinastu vikurnar, so hevur pípan eitt heilt annað ljóð fyri aðrar samfelagsborgarar í arbeiðarastættini norðaliga í landinum.

Eitt virki, sum umsitur trolarar og flakavirki, har umleið 300 fólk eru í arbeiði, fingu í morgun ein hvøkk, tá tey møttu til arbeiðis. Í meyl boksini lógu hoyringsskriv til nýggjar kunngerðir frá Fiskimálaráðnum í samband við júst samtyktu Fiskivinnunýskipanina, sum skuldu svarast innan kl 14 í dag og  setast í verk 1. januar 2018 - um 11 dagar! Trolararnir skulu sambart hesum hoyringsskrivi brúka rist á trolunum frá 1. januar, og bert tvær ristir eru í landinum. Onnur krøv vóru eisini í hesum hoyringsskrivi, sum bert raka hesa fyritøkuna og starvsfólkini har.

Skipini mugu tí liggja til hesar ristir eru framleiddar og fingnar til vega. Virki, skip og manningar hava í longri tíð arbeitt sambart professionellum langtíðarætlanum, og fastar avtalur eru gjørdar við útlendskar fiskakeyparar, m.a. tí hugsað verður um, at sjófólk og arbeiðsfólk á flakavirkjunum skulu hava javna inntøku alt árið.

Liggja skipini inni frá 21. desember til fyrst í januar og bíða eftir ristum, so verður einki arbeiði á flakavirkjunum til í fyrsta lagi eftir 20. januar, tí einki verður fiskað og tí heldur einki landað. Eingin inntøka og uppspard pensión verður sostatt fyri hendan samfelagsbólk hesa tíðina, hóast hesir samfelagsborgarar, eins og jólamenninir og jólakonurnar á tingi, hava mánaðarligar skyldur í húsarhaldi og í bankum.

Hvør tekur um endan hjá hesum starvsfólkum og familjum teirra? Hvar er sosiala atlitið fyri arbeiðarastættini?

“And so this is Christmas and what have we done?”

Deirdre Hansen, Glyvrar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo