Tú hevur meira tol við bilføraranum aftanfyri enn tí frammanfyri
- Bill McGlashen
Politikkur

Fólkatingsmaðurin spurdi uttarníkisráðharran, um hann helt, at beinleiðis hjálp úr Føroyum til neyðstødd lond hóttir donsk áhugamál í Føroyum.

Hetta gjørdi hann, tí danska uttanríkisráðið heldur, at føroyingar skulu spyrja og kunna donsku stjórnini, áðrenn nøkur hjálp úr Føroyum verður latin neyðstøddum í londum, har eitt nú vanlukkur hava rakt.

Málið kom upp, tá landsstýrið setti seg í samband við stovnar undir ST fyri at fáa í lag skipað samstarv um menning og neyðhjálp.

Men tað fall ikki bara í góða jørð í Danmark.

Við svarinum hevur Anders Samuelsen ið hvussu er blokerað fyri, at støðan hjá dønum verður nærri lýst fyri fólkatingsvalið.

- Fær Tjóðveldi umboðan aftur á valinum 5. juni, so sleppur tann næsti ráðharrin í uttanríkismálum ikki undan at svara, sigur Magni Arge, fólkatingsmaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo