Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Vinna

Seinastu árini hevur fyritøkan við heimstaði á Strondum upplivað eina munandi framgongd.

Í fjør vaks bruttovinningurin við góðum tveimum milliónum, svarandi til eina góða helvt. Nærum 10 prosent av vøkstrinum vóru førd niður á botnlinjuna, sum vísti 1,7 mió eftir skatt í fjør í mun til 1,6 mió árið fyri.

Andersens Beding rindaði 4,6 mió í lønum og hevur onga skuld. Fíggjarstøðan javnvigaði við 10,6 mió kr.

Andersen beding fæst við umvæling og viðlíkahald av bátum. Soleiðis hevur framgongdin í alivinnuni merkt munandi meira arbeiði til tey hjá Andersens Beding eisini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo