Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Viðvíkjandi 12. Mai 2015 verður sagt :
„Gunnar í Liða er bert 2 atkvøður frá at fella á nevndarvalinum í TF Holding. “

„Nakrar mánaðir seinni velur hann sjálvur at fara frá sum nevndarformaður. “

KVF sendingin “Nýggjár 2015” (Teljari vísir: 01:00:48)
Tað er ein góðan tíma inni í sendingini, at bland kemur í millum nevndina í “TF Holding P/F” og “Tryggingarfelag Føroyar P/F”

Nevndarvalið í “Ognarfelag Tryggingartakaranna”
Nevndarvalið sipað verður til, fer fram á aðalfundi í  “Ognarfelag Tryggingartakarana”, fríggjadagin 24. apríl 2015. Talan er um nevndina í “Ognarfelag Tryggingartakarana”, har „Gunnar í Liða er bert 2 atkvøður frá at fella á nevndarvalinum í TF Holding“.

Tá nevndin skuldi skipað seg við formanni, stóð á jøvnum,  og Gunnar í Liða gjørdi sína nummar tvey  atkvøðu galdandi og setti harvið seg sjálvan í formanssessin við 2 av sínum egnu atkvøðum.

Nevndarval í “TF Holding P/F”
Gunnar í Liða er eisini formaður í nevndini fyri “TF Holding P/F”.
Populert verður sagt at “nevndin í Ognarfelagnum kopierar seg sjálva niður í TF-Holding nevndina” og mannar hesa saman við trimum starvsfólkavaldum umboðum.

Viðtøkurnar hjá TF Holding P/F og fleiri av feløgum okkara eru ikki tøkar á heimasíðuni eins og roknskapirnir .

Sum umboðsráðslimur havi eg biðið um møguleika at kunna meg við viðtøkurnar, og at fáa tær lagdar á heimasíðuna. Hetta er ikki gjørt enn og umboðsráðslimir hava ikki fingið atgongd til viðtøkurnar.

Støðan er í løtuni tann, at um tú vil kunna teg við viðtøkurnar, mást tú venda tær til skrásetingina og gjalda fyri hvørja einstøku viðtøku tú biður um at fáa sendandi. Kostnaðurin er kr. 200 fyri hvørt av feløgunum.

Nevndin í “Tryggingarfelag Føroyar P/F”
Skiftið frá Formanni til Næstformann er í nevndini fyri “Tryggingarfelag Føroyar P/F”  og IKKI “TF Holding P/F” ella “Ognarfelag Tryggingarakarana”, har Gunnar framvegis er formaður.

Setningurin „Nakrar mánaðir seinni velur hann sjálvur at fara frá sum nevndarformaður“ gevur eina skeiva fatan.

Gunnar situr annars í fleiri nevndum, harundir eisini í nevndini fyri “Eik Banka P/F”.

Gitt hevur verið, at skiftið hendir, tí Gunnar hevur hug á formansessinum í Eik Banka, nú TF-Holding eigur bankan einsamalt.

Livst so spyrt.

Leinkja til kunning um Ognarfelagið

** Opinleiki er tín besta trygging **

Andrass Skaalum
Limur í Umboðsráðnum fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo