Eg ræðist sengur. Fleiri fólk doyggja í teimum enn nakra aðrastaðni
- W. C. Fields
Innlendis ítróttur

Ein av luttakarunum var Magni Hansen sum sæst á hesi myndini sum Arnfinnur Helmsdal hevur tikið.

Sunnudagin skipaði Føroya Triathlon Felag fyri duathlonkapping í Hoydølum.

Triathlon er ein samanrenning av trimum ítróttargreinum, svimjing, súkkling og renning.

Tá kappast verður í duathlon verður kappast í tveimum av hesum greinunum. Sunnudagin var tað renning og súkkling.

Teinurin var 3,2 km á fjallasúkklu, og 1,4 km renning. Hetta skuldi gjøgnumførast 5 ferðir.

Kappingarnar sum Føroya Triathlon Felag skipar fyri eru opnar kappingar, tað vil siga at øll kunnu luttaka í kappingunum, bæði vandir og nýggir íðkarar.

Føroya Triathlon Felag er eitt virkið felag, sum regluliga skipar fyri venjingum og kappingum.

Sí úrslitini niðanfyri (trýst á myndina og hon verður størri).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo