Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Innlendis ítróttur

FSF: Sunnudagin 13. november skal føroyska A-landsliðið við monnum í eldin aftur, tá Sveis tekur ímóti á Swissporarena í Luzern. Talan er um undankappingardyst til HM, sum verður í Russlandi í 2018.

Síðani føroyska kappingin endaði hava heimligu spælararnir, umframt teir, sum spæla í Íslandi, vant regluliga á Tórsvølli.

Fyrr í vikuni kunngjørdi Lars Olsen, landsliðsvenjari, níggju av teimum, ið skulu mynda føroyska hópin, og nú ein stór vika er til HM-undankappingardystin ímóti Sveis, er endaligi hópurin klárur. Og millum teirra, ið hesaferð hava fingið landsliðsboð, er Andreas Lava Olsen úr Víkingi.

Hávaksni og vandamikli framherjin úr Leirvík hevur spælt níggju landsdystir og skorað eitt mál fyri Føroyar.

Teir 20, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesir:
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (ICE)
Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn
Tórður Thomsen, B36 Tórshavn
Bárður J. Hansen, Fremad Amager (DEN)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)
Rene Shaki Joensen, Vendsyssel FF (DEN)
Brandur H. Olsen, Randers FC (DEN)
Gilli R. Sørensen, Brann SK (NOR)
Jóan Símun Edmundsson, OB Odense (DEN)
Atli Gregersen, Víkingur
Sonni Ragnar Nattestad, FH Hafnarfjørður (ICE)
Jóhan Troest Davidsen, HB Tórshavn
Jónas Tór Næs, B36 Tórshavn
Fróði Benjaminsen, HB Tórshavn
Odmar Færø, B36 Tórshavn
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Kaj Leo í Bartalsstovu, FH Hafnarfjørður (ICE)
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík

Heini Vatnsdal úr Fremad Amager var upprunaliga úttikin, men hevur givið avboð vegna skúlagongd í Danmark. Eisini Árni Frederiksberg, Pól Jóhannus Justinussen og Páll Klettskarð hava boðað frá, at teir ikki eru tøkir til landsliðið hesaferð.

Eftir tríggjar dystir er Sveis oddalið í HM-undankappingarbólki B við fullum stigatali. Sveisar hava vunnið 2-0 á heimavølli ímóti Portugal, og 3-2 og 2-1 á útivølli ímóti ávikavist Ungarn og Andorra.

Sveisiski hópurin til dystin ímóti Føroyum sæst her: Schweiz – Färöer-Inseln, Luzern, 13.11.2016

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo