Ein vinur er ein sum veit alt um teg - og kortini er góður við teg
- ókendur
Innlendis ítróttur

Føroyar eru í kvøld á vitjan hjá Svøríki á Friends Arena í Stockholm.

Liðuppstillingin er ikki almannakungjørd enn, men Lars Olsen, sum í kvøld er føroyskur landsliðsvenjari á síðsta sinni, váttar fyri in.fo, at Odmar Færø ikki verður við, tí hann hevur fingið ein skaða í økilin á høgra fót.

- Vit hava nú tveir møguleikar. At seta Andrias H. Eriksen inn í miðverjuna, ella at flyta Rógva Baldvinsson aftur, og flyta Sølva Vatnhamar mitt á miðjuna. Eg havi ikki tikið avgerð um tað enn, sigur Lars Olsen við in.fo.

Bæði in.fo og nordlysid.fo hava spátt um liðuppstillingina í kvøld.

in.fo: Gunnar Nielsen – Heini Vatnsdal, Atli Gregersen og Rógvi Baldvinsson – Gilli Rólantsson, Brandur Hendriksson, Sølvi Vatnhamar og Viljormur Davidsen – Jóan Símun Edmundsson, Klæmint A. Olsen og Jóannes Bjartalíð

nordlysid.fo: Gunnar Nielsen – Jóannes K. Danielsen, Heini Vatnsdal, Atli Gregersen, Magnus Egilsson og Viljormur Davidsen – Árni Frederiksberg, Brandur H. Olsen og Jóan Símun Edmundsson - Klæmint A. Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo