Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Ungi og fryntiligi verjuleikarin og U21 liðskiparin, Andrias Høgnason Eriksen og B36 hava í kvøld skrivað undir nýggjan sáttmála.

Sjálvt um partarnir høvdu sáttmála fyri 2017, so er semja í kvøld gjørd um at taka 2018 við eisini.

Andrias vann øll B36 hjørtur, tá hann sum eitt stjørnuskot kom inn á vøllin í sínum fyrsta Effodysti í 2014 ímóti HB, har hann vísti, at hetta var hansara pláss.

- Andrias er ein ungur og evnaríkur leikari, sum vit eru sera glað fyri at hava í B36. Hansara hugburður og arbeiðsinnsatsur er fyrimyndarligur og skal hann nokk koma langt á sínari fótbóltsferð, sigur ein nøgdur, Rúni Herup Olsen, formaður í B36.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo